Heilsuverkið skal styrkast

30. august 2015


Sambandsflokkurin vil geva viðgerðartrygd til allar borgarar


Veiku bólkarnir í samfelagnum skulu hava best møguligar umstøður. Tað hevur Sambandsflokkurin altíð arbeitt fyri. Málið er, at vit eru á sama støði, sum okkara grannalond, ið verða mett at hava heimsins bestu vælferðarskipanir.

Tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at raðfesta bíðitíðina fyri tey, ið hava fingið tilvísing ella eru í viðgerð - tað er m.a. tað, ið eitt vælferðarsamfelag skal bjóða sínum borgarum. Vit eiga at seta okkum sum mál, at ongin skal bíða longur enn 1 mánað, frá mistankin um sjúku er staðfestur, til viðgerðin verður sett í gongd. Hetta er til gagns fyri borgaran og samfelagið.

Vit mugu leita nøkur ár aftur í tíðina, fyri at síggja, hví pengar mangla til veikar bólkar.

Sambandsflokkurin mótmælti harðliga niðurskurðinum í ríkisveitingini, ið bleiv gjørdur uttan nakra sum helst útrokningar av fylgjunum, sum hetta fekk á framtíðar vælferðarsamfelagið. Niðurskurðurin bleiv gjørdur í óðum verkum, yvir nátt, tí at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar og fullveldissamgongan hevði mist alt á gólvið.

Tíbetur lukkaðist ikki at loysa okkum úr Ríkisfelagsskapinum, men prísurin fyri miseydnaðu royndina var høgur, tí okkurt mátti gerast ístaðin. Endin varð, at ríkisveitingin bleiv skorðin við 1/3 svarandi til kr. 366 mió. Eftir at niðurskurðurin var gjørdur, vórðu tær eftirverandi 615,5 mió. eyðmerktur til at verða; Heilsuverkið 283,6 mió., fólkapensjón 213,3 mió., serforsorgin 117 mió. og Fiskivinnuroyndir 1,6 mió.kr.



Tað mangla 700 mió. á inntøkusíðuni hjá landskassanum í 2015.

Ríkisveitingin er ætlað til ávís vælferðarøki í Føroyum, ið Føroyar og Danmark fíggja í felag. Tak t.d. føroyska heilsuverkið, ið er eitt av hesum felags málum.

Útreiðslurnar í heilsuverkinum eru øktar við uml. 87 prosentum, frá kr. 518 mió. í 2004 til kr. 968 mió. í 2015. Hesa øking hevur landskassin fíggjað einsamallur, hóast hetta er eitt felagsmálsøkið, og tað kostar í vælferðartænastuni hjá heilsuverkinum, ið er skorin heilt inn á bein. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarloysinum undir fullveldislandsstýrinum.

Tað hevur verið undirskot mestsum á hvørjum árið síðani ríkisveitingin bleiv skorðin og fastfryst.

At peningar mangla til vælferðina, er ein beinleiðis avleiðing av tí ørvitisgerð, ið bleiv gjørd yvir nátt, uttan nakra sum helst útgreiningar yvir tær vanlukkuligu avleiðingar, hetta kom at hava fyri vælferðina í Føroyum, tí projekt "Fullveldið" var kollsiglt.

Fullveldisflokkarnir mugu siga Føroya Fólki hvar pengarnir sum mangla til vælferðarøkini skulu koma frá.

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur