Trygg framtíð - Trygg pensjón

31. august 2015



Nú hava vit seinastu fýra árini viðgjørt og roynt at funnið semju um ein nýggjan pensjónsreform, og er hesin spurningur sera týðandi fyri alt føroya fólk.

Eg vil tí, at tú góði veljari veit, hvar eg standi viðvíkjandi hesum máli.

Vit mugu ikki hækka pensjónsaldurin hjá okkara slitna arbeiðs- og sjófólki, hetta vildi verði ein vanvirðilig skomm og háðan móti hesum fólkum, sum hava verið við til at skapt tað vælferð, sum vit í dag njóta gott av. Nei! - latið okkum heldur geva teimum eina virðiliga pensjón.

Vit mugu eisini verða sera varin, so tey, sum av ymiskum orsøkum ikki hava havt møguleika til at uppspart sær eina nóg stóra pensjón, ikki verða gloymd í hesi nýskipan. Tað má verða soleiðis, at øll okkara eldru hava virðilig kor. Hetta kunnu vit gera nakað við, um vit fyrst og fremst føra ein skilagóðan fíggjarpolitikk og ikki av misskiltari nationalismu og undirlutakenslum skerja blokkin.

Fullveldissamgongan framdi eina skjering av blokkinum í 2002, tá tey rændu føroya fólk fyri 366 mió.kr. árliga. Hettar svarar til dagin í dag, til góðar 6 mia.kr. í mistum inntøkum tilsamans - og høvdu hesar milliardir kunna gjørt stóran mun, um tær vóru í okkara búskapi í dag, og høvdu styrkt munandi um haldførið í føroyska búskapinum.

Sambandsflokkurin er trygdin fyri, at blokkurin ikki verður skerdur aftur.

Eg vil virka fyri eini virðiligari pensjónsskipan.

Tað skal verða trygt og gott at eldast í Føroyum.

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur