Í mesta lagi tvey løgtingsskeið út í eitt

31. august 2015



Fyri at styrkja fólkaræði og samstundis forða fyri, at sokallaðir livibreyðspolitikarar ikki finna úthurðina í Løgtinginum, fari eg at skjóta upp, at løgtingslimir í mesta lagi skulu kunna sita tvey løgtingsskeið út í eitt. Tá skulu teir út á bonkin í fýra ár, áðrenn teir kunnu stilla upp aftur til Løgtingið.

Ein slík skipan fer at styrkja og menna fólkaræði, tí hetta fer at lata dyrnar í Løgtinginum upp fyri nógv fleir valevnum. Kynini, aldursbólkar og lokalu valevnini fara at fáa nógv betri og breiðari umboðan í Løgtinginum við einari slíkari skipan, tí nógv fleiri fara tá at sleppa framat í Løgtinginum.

Løtingsumboðini fara tá at stríðast og arbeiða meira miðvíst fyri at fremja síni vallyfti, tí tá vita tey, at tíðin í Løgtinginum er avmarkað til tvey valskeið út í eitt, tá ið tey skulu út aftur á bonkin at sita. Eftir fýra árum á bonkinum, kunnu tey so royna seg aftur, við at stilla upp til løgtingsval. Politikarar verða tí ikki endaliga avskrivaðir í Løgtinginum eftir tvey valskeið. Teir fáa harafturímóti eitt time-out í fýra ár, tá ið teir hava sitið í Løgtinginum í átta ár.

Grundgevingin fyri at avmarka tíðina til tvey valskeið út í eitt, er at tryggja, at ikki alt Løgtingið verður skift út ísenn, soleiðis at tað verður samanhangur ella kontinuitetur í løgtingsarbeiðinum.

Vinjard Johansen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur