Okkara ungu aftur til Føroya

31. august 2015



Føroyar hava ikki liði ikki á odda, tá talan er um at skapa møguleikar fyri okkara ungu lesandi. So gott sum allur hægri lesnaður hevur verið uttanlanda. Ein stórur partur av ungdóminum, sum fer av landinum, vendir ikki heimaftur, tí okkum vantar, vinnu- og bústaðarmøguleikar.

Um tey lesandi hava vánaligar bústaðar- ella útbúgvingarumstøður, ávirkar hetta trivnaðin og møguleikan fyri at tilogna sær nýggja vitan til gagns fyri vælferðarsamfelagið.

Hesin trupulleiki verður ikki loystur eftir einum degi, men vit eru byrjað. Vit eru farin undir alternativa bygging, hetta kemur uppá sikt at broyta bústaðarmarknaðin, so hann verður meira liðiligur, og tað fer at tæna bæði yngri og eldri. Vit kundu ynskt at tað gekk skjótari, men avgerandi við tílíkari bygging er, at kostnaðurin ikki gerst ov høgur. Vit eru í einum hákonjunturi, hvar alt hevur yvirprís.

Til seinasta val var málið, at vit skuldu vera 55.000 føroyingar innan ár 2020. Um tað skal lata seg gera skulu, grundleggjandi ting upp at venda, kanska ótraditionellar loysnir. Her finst ongin einføld loysn.

Sagt verður, at skal eitt framkomið samfelag hava búskaparliga menning, er fyrsta treytin, at samferðsluviðurskiftini eru tíðarhóskandi. Hóast ilskast hevur verið um tunlar og vegir, hvør skal gjalda og hvør ikki skal gjalda, so eru hesi viðurskifti sera týdningarmikil fyri okkara samfelag. Vit kunnu í dag staðfesta, hvussu stóran týdning samferðsluviðurskifti hava. 85% av øllum føroyingum hava fast samband, og kunnu koyra til og frá arbeiði ella skúla.

Tað sama ger seg galdandi, tá vit tosa um samferðslu við útheimin. Um, og hvussu, hetta kann gerast bíligari. Til seinasta val vóru nógvir tankar um, hvat framtíðin fór at innibera, hvat flogferðslu viðvíkur, longdan vøll nýggjan terminal, alt stóð í stórum forvantningum.

Tann nógv eftirspurda útbyggingin, sum skuldi skapa kappingin kom at geva okkum bíligari prísir, tí kapping fór at verða á økinum. Vit hava onga kapping, men onkrir prísir eru blivnir bíligari. Vit mugu bara staðfesta, at áhugin at taka kapping upp ikki er til staðar.

Príslegan á ferðaseðlum millum Føroyar og Danmarkar kann hava stórar avleiðingar fyri okkara lesandi. Um okkara ungu, sum eru farin av landinum at lesa í eitt longri tíðarskeið, ikki hava møguleika at koma heim á klettarnar til familju, vinir og kenningar við jøvnum millumbili, fyri ein sámuligan prís, kann lestrartíðin gerast til eina endaliga fráflyting.

Lat okkum halda fokus á útbúgvingar og tey sum lesa uttanlanda, so Føroyar ikki kámast fyri teimum. Tað kann skapa enn størri fólkavøkstur.

Góðu veljarar, hetta verður mítt seinasta íkast til hetta valið. Nógv hevur verið sagt og lova, seinastu vikurnar. Vit eiga at rætta upp á nøkur ting, men lat okkum halda fast og ikki gera nakað í óðum verkum.

Vit hava eitt gott samfelag, lat okkum gera tað enn betri.

GOTT VAL!

Eivin H. Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur