Virðisøking

31. august 2015



Upp undir hvørt einasta val, so langt aftur í tíðina eg minnist, verður kaninin “virðisøking av okkara tilfeingi” hálað upp úr hattinum.

Ikki hevur skortað við hugskotum, hvat vit ikki kunna virðisøkja. Alt frá ull til tara, verður viðgjørt, og hugskotini eru mong.

Síðan pelagiska vinnan tók seg upp her á landi, er rættuligur vindur aftur komin í seglini. Gleðiligt er at hoyra, at á hesum økinum eru allir flokkar, frá høgru til vinstru, púra samdir.

Men ....., hava vit ikki keyparar til virðisøktu vøruna letur hetta seg snøgt sagt ikki gera.

Tað fyrsta, sum farast má undir til komandi valskeið, er at seta ferð á samráðingar við ES um tær tollforðingar, sum gera, at tað fíggjarliga ikki loysir seg at framleiða lidna vøru.

Her mugu øll segl setast, fyri at fáa tollforðingarnar hjá ES niður á eitt støði, soleiðis at tað
vinnuliga loysir seg at framleiða lidna vøru í Føroyum.

Tað er væl skilligt, at ES- londini heldur vilja keypa okkara rávøru og sjálvi virðisøkja og fleirfalda virði.

Sleppa vit inn á ES- marknaðin at selja okkara prima vørur, kann tað vera við til, at heilt broyta mynstrið, sum í ára-tíggir hevur eyðmerkt Føroyar, har tað í stóran mun hevur verið kvantitetur ístaðin fyri kvalitetur.

Sambandsflokkurin vil við hesum, sum eitt av fremstu málunum í komandi setu, leggja alla orku í at gera tað møguligt hjá føroysku vinnuni at fáa munandi betri treytir at virka undir.

Fari tí á val í morgin og velji ein sterkan Sambandsflokk á ting.

Okkara partur skal ikki liggja eftir fyri at verða viðvirkandi til at góða gongdin seinastu 4 árini heldur fram og mennist.

Eitt gott sambandsval.

Conrad Gaard Joensen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur