Inntøkur og loysnir heldur enn rokningar

31. august 2015


Sjálvt um valstríð kunnu grugga, er greitt, at einasti Sambandsflokkurin í Føroyum hevur veruligar loysnir, meðan aðrir flokkar skriva rokningar út til føroyingar heldur enn at útvega inntøkur


Bert ein sambandsflokkur, aðrir meira ella minni loysingarflokkar.

Avgerðin um politisku kósina næstu fýra árini liggur nú í hondunum á hvørjum einstøkum føroyingi.

Valstríð grugga, men kortini átti valið at verið greitt.

Øðrumegin stendur einasti Sambandsflokkurin í Føroyum við fullum hyllum av virðismiklum politiskum málum:

• Vit fara eftir at økja eksportinntøkur Føroya í stórum
• Øll skulu hava ágóðan við betraðum vælferðartænastum – ikki minst í heilsuverkinum
• Vit hava Ríkisfelagsskapin við týðandi rættindum og samstørvum, eisini altjóða
• Við reyða passinum kunnu vit sum ríkisborgarar frítt ferðast og arbeiða í Europa, hóast vit standa uttan fyri ES
• Ein samlað ríkisveiting á eina milliard krónur er til okkara samfelag

Aðrir politiskir flokkar – teir eru meira ella minni loysingarflokkar – vilja sjálvandi føroyingum tað besta. Fakta er tó, at úrslitið av teirra politikki er, at øll í Føroyum fáa rokningar sendandi í staðin fyri inntøkur.

Tað er umráðandi, at tú sum veljari ert við í føroyska fólkaræðinum. Líka mikið, hvønn politiskan flokk, tú ætlar at velja, so er týðandi, at tú fert á val.

Eg vil mæla tær til at velja Sambandsflokkin.

Nú rætta vit kós og reka rættan sambandspolitikk.

Edmund Joensen
Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið


RN


Aftur