Javnaðarflokkurin illa kroystur

8. september 2015


Lítil ivi er um, at Javnaðarflokkurin, ið sigur seg vera samríkisflokk, nú er í ferð við at avreiða Ríkisfelagsskapin við at góðtaka krøv frá Tjóðveldi og Framsókn um føroyska grundlóg, yvirtøkur og at skerja tryggastu inntøkuna


Áhugavert verður at síggja, hvussu Javnaðarflokkurin fer at avreiða Ríkisfelagsskapin, nú veruligu krøvini frá Tjóðveldi og Framsókn koma á borðið.

Javnaðarflokkurin hevur í valstríðnum sagt seg vera ein samríkisflokk, ið gongur inn fyri Ríkisfelagsskapin. Flokkurin hevur eisini sagt seg vera ímóti yvirtøkum og ímóti at skerja ríkisveitingina.

Hetta vallyftið skal nú standa sína roynd, og spurninguriner, um eitt álvarsligt lyftisbrot kemur til sjónar, tá og um ein samgonga spyrst burtur úr samráðingunum, ið nú fara fram.

Stórt trýst Aksel
Aksel V. Johannesen er undir stórum trýsti frá Tjóðveldi og Framsókn.

Vit kenna øll krøvini frá fullveldisflokkunum. Saman við fólkatingsmanni Javnaðarfloksins, sum framvegis er loysingarmaður, vilja fullveldisflokkarnir hava eina grundlóg fyri Føroyar, ið skal standa oman fyri verandi ríkisgrundlóg. Gerst hetta veruleiki, og tað er nógv, ið bendir á tað, so er tað ein de facto loysing – og hon kemur inn gjøgnum bakdyrnar.

Eisini vilja víðgongdu flokkarnir trýsta á fyri at fremja yvirtøkur og harvið eisini skerja tryggastu inntøku Føroya: Ríkisveitingina.

Hagtøl frá seinastu mongu árunum vísa, at tá ið Tjóðveldi kemur fram at valdinum í Føroyum, økjast útreiðslur og skuld í stórum, samstundis sum tryggastu inntøkurnar verða skerdar.

Líkindi er til, at hetta fer at henda aftur nú.

Viðgongdastu seta dagsskránna
Tað, sum henda nýggja fullveldissamgongan neyvan fer at fremja, er at útvega fríari atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskum fiskavørum. Fríari marknaðaratgongdin, har ið er burtur, er fortreytin fyri veruligan búskaparvøkstur og nýggj arbeiðspláss í Føroyum.

Øll vita, at bæði Tjóðveldi og Framsókn vilja hava loysing, áðrenn nakað munagott verður gjørt í okkara landi. Tey billa føroyingum inn, at EFTA-limaskapur er eitt slag av búskaparligum paradísi fyri Føroyar, hóast EFTA ikki er fyri fiskivinnulond. Gongda leiðin er at samráðast við ES um fríhandil.

Tí stendur nógv á Javnaðarflokkinum í hesum døgum. Sera sannlíkt er, at hann er noyddur at bakka fyri teimum mest víðgongdu í fullveldisflokkunum.

Alternativið hjá Javnaðarflokkinum er at skipa eina trygga samgongu saman við Sambandsflokkinum. Vit eru ein veruligur ríkisfelagsskapsflokkur, og vit vilja økja útflutningsvirði Føroya við munandi betri ES-marknaðaratgongd.

Við Tjóðveldi og Framsókn fylgja fleiri rokningar til føroyingar, men saman við Sambandsflokkinum verður Javnaðarflokkurin við til at skapa fleiri inntøkur og meira vælferð til øll í Føroyum.

Valið átti at verið lætt.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur