Vandakós: Javnaðarflokkurin letur fullveldisflokkum valdið

14. september 2015


Føroyingar noyðast at búgva seg til afturstig við víðgongdum loysingarpolitikki, nú fullveldisflokkar skulu umsita uttanlands-, fíggjar- og fiskivinnumál í nýggja landsstýrinum


Javnaðarflokkurin hevur goldið ein sera høgan prís fyri løgmanssessin í nýggja landsstýrinum. Tað fer at ávirka politikkin hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn tann vegin, at fullveldisflokkarnir fara at seta politisku dagsskránna.

Hetta er myndin, nú málsøki eru býtt, og partur av politikkinum er vorðin kendur.

Við teimum upplýsingum, ið eru tøkar, er greitt, at Javnaðarflokkurin hevur fingið ein amputeraðan løgmanssess uttan uttanlandsmál, ið eru avreidd til Framsókn. Samstundis er greitt, at Tjóðveldi skal umsita týðandi málsøkini fíggjarmál og fiskivinnumál.

Eisini er komið í ljósmála, at nýggja landsstýrið ætlar at fremja útreiðslukrevjandi yvirtøkur og samstundis fastfrysta Ríkisveitingina og harvið reelt minka inntøkur Føroya í komandi árum. Álvarsligt er eisini, at landsstýrið ætlar at seta í gildi eina grundlóg fyri Føroyar, sum kann væntast at vera í stríð við ríkisgrundlógina.

Sum heild boðar hetta alt frá einum afturhaldssinnaðum fullveldislandsstýri. Víðgongdu kreftirnar fara at niðurlaða Ríkisfelagsskapin og skapa konfliktir millum Føroyar og Danmark. Tað er sera undrunarvert, at Javnaðarflokkurin, ið pástendur at vera samríkisflokkur, hevur sett seg á odda fyri einum fullveldissinnaðum landsstýri.

Væntast kann, at vinnulív og fíggjargeiri skulu brúkast sum okkurt slag av politiskum spæliplássi. Søguliga sæst, at tá ið fullveldisflokkar koma til valdið, minka teir inntøkurnar og økja útreiðslurnar og seta harvið vælferðina í vanda.

Sambandsflokkurin ávarar staðiliga ímóti politikkinum hjá samgonguni og fer í andstøðu at stríðast ímóti fullveldispolitikkinum. Har, ið tað ber til, vil Sambandsflokkurin tó eisini samstarva við samgonguna um mál, ið kunnu vera til fyrimuns fyri Føroyar og føroyingar.

Bárður Nielsen
Næstformaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur