Javnaðarflokkurin leiðir fullveldissamgongu

15. september 2015


Føroyar hava fingið eina nýggja landsstýrissamgongu - eina 14. september samgongu


Sambært samgonguskjalinum skal ríkisveitingin minka, yvirtøkur skulu gerast, og fólkaatkvøða skal verða um eina føroyska grundlóg. Eingin ivi kann vera um, at kósin hjá nýggja landsstýrinum er ein fullveldiskós.

Men hetta samsvarar illa við tað, sum Javnaðarflokkurin lovaði veljarunum fyri bara tveimum vikum síðani. Tá skuldi flokkurin vera ein samríkisflokkur eins og Sambandsflokkurin, men tann kósin er nú snarað á fullveldisborðið saman við Tjóðveldi og Framsókn.

Fjald dagsskrá
Áhugavert er at síggja, hvussu Javnaðarflokkurin í farna valskeiði hevur spælt eitt dupultspæl, fyri at tekkjast teimum sambandssinnaðu veljarunum. Í álitunum til fíggjarlóg fyri 2013 og 14 mæltu Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss frá at hækka ríkisveitingina, men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 (valárið) vóru umboðini hjá Javnaðarflokkinum knappliga ikki við í tí uppskotinum longur. Nú skuldi Javnaðarflokkurin vera meira sambandskur, tí valið nærkaðist.

Og so er valið farið afturum, og aftur stendur Javnaðarflokkurin saman við loysingarflokkunum og vil minka ríkisveitingina. - Ikki bara fastfrysta hana, men beinleiðis ”niðurlaga” sum tað eitur.

Snaraðu 180 gradir eftir einum ári
Fyri góðum ári síðani (2. mai 2014), var komandi løgmaður gestur í ”Vangamyndini” hjá Sjónvarpinum. Har segði hann millum annað, at Javnaðarflokkurin var ein samríkisflokkur, at tað ikki var fíggjarliga forsvarligt at gera yvirtøkur í løtuni, og at fullveldi var als ikki á dagsskrá.

Alt hetta er nú gloymt. Veljarin sum fyri tveimum vikum síðani helt seg velja ein samríkisflokk, fekk av beinleiðis sendum tíðindafundi úr løgtinginum eina ábending um, hvat hetta valskeiðið hevur at bjóða:

Nógvar yvirtøkur eru festar í eitt samgonguskjal, ríkisveitingin lækkar tey komandi árini og Javnaðarflokkurin stendur á odda fyri eini fullveldissamgongu.

Eg gangi út frá, at nógvir veljarar høvdu ikki roknað við, fyri tveimum vikum síðani, at heilsanin frá nýggju samgonguni undir javnaðarleiðslu fór at vera: ”Góðan 14. september”.

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur