Skattalætti til borgarar í Tórshavnar Kommunu

1. oktober 2015


Borgarar í Tórshavnar Kommunu skulu hava tað so gott sum gjørligt


Vit í Tórshavnar Býráð seta kommunuskattin niður við 0,5% í framløgdu kommunalu fíggjarætlanini fyri 2016. Henda fíggjarætlan varð løgd fyri Býráðið í gjárkvøldið.

Eg havi alla tíðina arbeitt miðvíst at fáa undirtøku fyri at lækka kommunuskattin og hetta eru vit nú í býráðsmeirlutanum samdir um at gera fyri komandi ár.

Eg havi áður í fjølmiðlunum boðað frá, at eg framhaldandi vil virka fyri, at borgarar í Tórshavnar Kommunu hava tað so gott sum gjørligt og hetta kann m.a. gerast við at veita skattalætta, sum pláss er fyri á fíggjarætlanini og uttan, at nakrar av kommunalu tænastunum verða ávirkaðar, hvørki uppá styttri ella longri sikt. Ongantíð betur, at vit kunnu halda eitt varandi lágt skattastøðið og samstundis tryggja vælferðina.

Á íløgusíðuni fegnist eg um, at vit hava sett av 25 mió.kr. til Ítróttarhøllina á Hálsi, so vit fáa útbygt og harvið fáa ein venjingarbana afturat. Hendan útbygging kemur at hava sera stóran týdning fyri innanduraítróttin, t.d. hondbólt og flogbólt. Her er eisini møguleiki fyri, at judo og borðtennis fáa innivist - hetta er stillað teimum í útsikt leingi.

Tað er sera átrokandi at fáa fleiri venjingarmøguleikar til innanduraítróttin - vit hava snøgt sagt ikki nokk av hallum til ungdómin at venja í.

Vit í Býráðnum arbeiða eisini við at fáa eina venjingarhøll afturat sum skjótast fyri at nøkta tann ovurhonds stóra tørvin, sum er. Hvar hon kemur at liggja er ikki politisk semja um enn, men tørvurin er har. Um hon so verður bygd uppi við skúlan á Argjahamri ella aðrastaðni, tað má so tíðin vísa, hvat vit semjast um.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur