Samgongan er snarað 180 stig

5. oktober 2015



Fríggjakvøldið bar Útvarpið tey tíðindi, at landskassin fær bara umleið helvtina inn av pengunum, sum ætlanin var at fáa frá grunnum og partafeløgum í ár. Ein av grunnunum sum noktar at gjalda landskassanum part av vinninginum er Realurin.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum var tí endurgivin fyri at siga, at hon fer at kalla Realin til ein fund, sum skal greina ósemjuna, og eisini segði hon, at tað er hennara vón, at landskassin fær pengarnar.

Landsstýriskvinnan kúvend
Sigast má, at landsstýriskvinnan og eisini onnur í samgonguni hava gjørt eina løgna kúvending í hesum málinum.

Tá Jørgen Niclasen legði uppskotið fyri tingið, sum skuldi gera tað møguligt hjá landskassanum at fáa hesar pengarnar, tók táverandi minniluti í fíggjarnevndini (Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen) ikki undir við uppskotinum. Tey vístu millum annað á, at hetta fór at gera tað fíggjarliga tyngri fyri feløgini, sum annars skuldu vera eitt alternativ til privatu tænasturnar frá bankunum. Eisini søgdu tey, at rokningin fór at enda hjá teimum sum fingu fígging frá millum øðrum Realinum.

Sama skilið í tingsalinum
Tá uppskotið fekk fyrstu viðgerð í løgtinginum, segði Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna fyri Tjóðveldi, at hon dugdi slett ikki at síggja, at uppskotið var skilagott, og Rigmor Dam kallaði tað ”make up store” hjá landsstýrinum, har endamálið var at sminka fíggjarlógina. Sjálv hevði Kristina Háfoss hug at flenna at uppskotinum, tí hon helt at tað í veruleikanum gekk ímóti endamálinum.

Henrik Old tók eisini orðið. Hann segði, at hann sá fyri sær eina mynd av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, sum í myrkri koyrdi runt í einum Ferari rasarabili – konto av konto, grunn av grunni, fyri at ræna tað sum var at finna har.

Skulu nú hava pengarnar
Tað er løgið, at nú hesi somu fólkini eru í samgongu, og flestu teirra hava fingið ein fjálgan landsstýrissess, nú er alt um ”make up store”, Ferrari rasarabilar og aðrar trupulleikar við uppskotinum gloymt. Sjálvt landsstýriskvinnan, sum flenti eftir uppskotinum, fer at kalla Realin inn til fundar, tí hon vónar at landskassin fær pengarnar.

- Ja rætt hevur orðatakið: Ofta etur hundur tað, hann havnar.

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur