
Skráir - eyka Landsfundur og Heystfundur, 24. okt. 2015
14. oktober 2015
Sambandsflokkurin skipar fyri eyka Landsfundi og Heystfundi, leygardagin 24. oktober 2015 - í Tórshavn á Østrøm.
Byrjað verður, kl. 08.30 og enda, kl. 13.30.
Upplýsast kann, at eyka Landsfundurin er almennur. Heystfundurin er harafturímóti ein fundur fyri limir og sambandsáhugað í Landsfelag Sambandsfloksins um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a.
EYKA LANDSFUNDUR - Skrá
Kl. 08.30 Morgundrekka
Kl. 09.00 Eyka aðalfundur
Val av orðstýrara - formaður Landsfelagsins
1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin
2. Val av:
a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins
b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins
Kl. 09.30 Nýggi formansskapurin flytir fram røðu
Kl. 10.00 Liðugt og framhald við Heystfundinum
HEYSTFUNDUR - Skrá
Kl. 10:00 Steðgur – kaffi og køkur
Kl. 10.30 Frágreiðing um politisku støðuna
- Nýggi formaðurin
Kl. 10.45 Politiskt orðaskifti - Sambandsflokkurin aftur á rætta kós
- Fundarluttakararnir hava orðið
Møguleiki verður at gera viðmerkingar og seta spurningar
Kl. 12.00-13.30 Móttøka fyri fráfarandi og komandi formansskapi, og frokostur
RN
Aftur