Kommunala fyrisitingin hjá Tórshavnar Kommunu

28. oktober 2015



Jan Christiansen spyr í einari grein í dag 28. oktober 2015, um eg umboðandi Sambandsflokkin sum ein vinnulívsflokk, taki undir við, at kommunalt fyrisitingarligt virksemið verður flutt til økið við Vestarubryggju, sum eftir byggisamtyktini er allýst sum vinnuøki.

 

Eg skal verða tann fyrsti at viðganga, at hetta málið er við at fara av sporinum, og er borið fram alment uttan, at tað endaliga er viðgjørt politiskt og støða er tikin til málið út frá einari heildarmeting. 

 

Hetta málið hevur skapt nakað av kjaki í seinastuni og fólk standa spyrjandi, tí vit hava umrøtt fleiri møguleikar, eitt nú at flyta kommunalu fyrisitingina út á Vestarubryggju.

 

Fyri mítt viðkomandi eigur fyrisitingin at flyta inn í bankabygningin í Miðbýnum. Er tað soleiðis, at áhugaðir aktørar vilja keypa bankabygningin og onnur matr.nr. hjá kommununi, hava vit jú eina nýggja støðu at fyrihalda okkum til. Men fyrst tá fyriliggur ein nýggj støða, sum vit mugu fyrihalda okkum til, eisini hvat ásetingum fyri økið við Vestarubryggju viðvíkur. Í tí viðgerðini mugu vit hava eina ætlan fyri, hvat vit skulu gera við teir bygningar, sum í dag eru partur av fyrisitingini at húsast í. Í hesum føri kann tað gerast aktuelt, at øll fyrisitingin flytir í Sjóvinnuhúsið. Hetta kann henda um politiskur meirluti fæst fyri tí, og ongir aðrir veruligir møguleikar finnast og økið álíkavæl ikki verður nýtt til vinnuligt virksemi.

 

Í mínari verð er málið greitt. Býráðið hevur keypt tveir bygningar frá Bank Nordik við tí endamáli at hýsa kommunalu fyrisitingini undir einum taki og harvið uppnáa nakrar synergieffektir, betri arbeiðsumhvørvi, bíligari rakstur o.a.

 

Annar bygningurin í Húsagøtu stendur til at verða seldur til politimyndugleikarnar og hin bygningurin í Niels Finsensgøtu stendur tøkur til kommunalu fyrisitingina at flyta inn í. Eg kenni ikki til aðrar politiskar avtalur við hesum bygningum. 

 

Men eg eri kunnaður um, at tað er sýndur áhugi fyri bankabygninginum í Miðbýnum. Er hendan ætlanin spennandi og gagnar Miðbýnum, so eri eg sjálvandi til reiðar at viðgera málið við atliti til broyttu fortreytirnar.

 

Politiski veruleikin er jú tann, at Javnaðarflokkurin hevði eitt kanón-val og fekk reinan meirluta í Býráðnum við 7 býráðslimum. Sambandsflokkurin hevur valt at samstarva við Javnaðarflokkin, og roynir sjálvandi á tann hátt at fáa mest møguliga ávirkan á politisku avgerðirnar, eitt nú við nevndarumboðan í Býráðnum.

 

Samstarvið hevur higartil verið fyrimyndarligt fyri mítt viðkomandi. Vit hava eisini í samstarvinum virt hvønn annan og kunna havt t.d. serstøður til ymisk mál.

 

Vit klára nokk at finna eina loysn á hesum málinum, sum so mangt annað vit hava funnið semjur um.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur