Sminkað fíggjarlóg

17. november 2015



Tann 28. mars í ár hevði Útvarpið samrøðu við Kristinu Háfoss, umboð fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini. Evnið í samrøðuni vóru fíggjarkarmarnir fyri 2016.

 

Í samrøðuni segði Kristina Háfoss millum annað soleiðis: ”Henda samgongan hevur inntøkuført framtíðar pensjónsskattainntøkur við at forskatta pensjónir. Fyri 2016 liggja tær nokk uppímóti eini 300 mió. Tað eru inntøkur, sum ikki vóru, áðrenn hendan samgongan tók við. So hevði mann ikki havt tær við í her, so hevði hallið jú verið munandi størri. So eisini tað er við til at sminka tað veruligu støðuna.”

 

Kristina Háfoss vildi við øðrum orðum siga føroyingum, at tá vit hyggja eftir úrslitinum hjá landskassanum, so skulu vit trekkja inntøkurnar frá pensjónsskattinum frá samlaða úrslitinum. Ikki fyrr enn tá síggja vit tað veruliga úrslitið.

 

Sminkan er har enn

Nú situr sama Kristina Háfoss sum fíggjarmálaráðharri, og í hesum døgum hoyra vit hana rópa eitt rungandi hurráróp, tí tað hevur eydnast við eitt sindur av snildi at fáa hallið á fíggjarlógini burtur.

 

So er spurningurin: Er tað við teimum knøppu 300 mió. krónunum í sminku, ella er tað uttan sminku? Og svarið er, at tað er við sminku.

 

Hvussu ber tað so til, at sminkan ikki skuldi teljast við í mars, tá hon kortini telur við í november?

- Ella fyri at brúka orðini hjá Kristinu Háfoss: Veruliga úrslitið er knappar 300 mió. krónur í undirskoti.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur