Landsfundur Sambandsfloksins 2016

9. mars 2016



Sambandsflokkurin skipar fyri Landsfundi, leygardagin 12. mars 2016, kl. 08.30-15.30 - í Tórshavn, Hotel Hafnia, á Parnassinum.

Uppskot til viðgerðar á landsfundinum skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 2. mars 2016, og skulu sendast skrivliga til: samband@olivant.fo

 

Stroyming: Landsfundurin verður stroymaður frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og síðan frá kl. 13.00 til kl. 15.30.

 

Sambandsflokkurin bjóðar eftir Landsfundin til ársveitslu, kl. 19.00 á Hotel Hafnia, sí nærri lýsing á heimasíðuni og Facebook. Freistin at tekna seg er fríggjadgain 26. februar.

 

 

SKRÁIN FYRI LANDSFUNDIN
 

Kl. 08.30  Morgunmatur og drekka

 

Kl. 09.00  Aðalfundur 


Val av orðstýrara - formaður Landsfelagsins

 

1. Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins 

3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin 2013

4. Viðgerð av innkomnum uppskotum

5. Val av:

          a. Formanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          b. Næstformanni í Landsfelag Sambandsfloksins

          c. Grannskoðara og varagrannskoðara

6. Ymist

 

Framhald við hesi skrá …..

 

Kl. 10.00  Formansfrágreiðing, upplegg til politiskt orðaskifti 

Kl. 10.30  Politiskt orðaskifti - viðmerkingar, spurningar, uppskot o.a.

 

Kl. 12:00  Matarsteðgur

 

Kl. 13:10  Framløga: Politiska ungdómsarbeiðið í Sambandsflokkinum, Árni G. Nielsen, formaður í US

Kl. 13.40  Framløga: Verkætlan: Politikkmenning í Sambandsflokkinum. Magni Laksáfoss, næstformaður og verkætlanarleiðari

 

Kl. 14.15  Steðgur
 

Kl. 14.30  Framløga: Vinnustrategi og vinnukarmar 2020. Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kl. 15.00  Gestarøðari: Thomas Danielsen, fólkatingslimur, Venstre

Kl. 15.20  Formaðurin tekur samanum

Kl. 15.30  Fundurin lokin

Kl. 19.00  Ársveitsla


RN


Aftur