Avgjaldsnótin hjá Háfoss, Vilhelmsson og Michelsen

24. november 2015


Tað hevur eydnast Háfoss, Vilhelmsson og Michelsen at kasta eina avgjaldsnót, sum allur útjaðarin er endaður í


Í 2008 hækkaðu tinglýsingargjøldini og onnur avgjøld munandi, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin royndu at fíggja útreiðslugildið, ið tá var.

 

Nú Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi aftur ráða fyri borgum, hesaferð saman við Framsókn, er støðan ikki mætari. Hugurin at økja rakstrarútreiðslurnar tykist óendaligur - og gildið skal fíggjast við lækkandi íløgum og rokningum, sum fyri tað mesta verða sendar útum miðstaðarøkið.

 

Færri íløgur og hægri gjøld

Í uppskotinum um fíggjarlóg 2016 hjá Háfoss sæst, at rakstrarútreiðslurnar spola ótálmaðar uppeftir, íløgurnar minka, og nýggj gjøld á fisk, alivinnu og borgaran verða ásett í ólukkumát.

 

Talan er um bensingjøld, diesel gjøld, tilfeingisgjøld, tilfeingisbúð, tøkugjøld, hægri gjøld til barsilsskipan, hægri gjøld til samhaldsfasta, kringvarpsgjaldið hækkar við 2% árliga og tinglýsingarrgjøld verða tvífaldað, bara fyri at taka nøkur úr rúgvuni.

 

Fólkapensjónin til upphøggingar

Grundupphæddin í fólkapensjónini, ið er einasta veiting til pensjónistar, sum hvørki verður skattað ella mótroknað, verður nú eisini lækkað fyri at spjaða til. Sambært løgmanni skulu parast 40 mió. kr. á hesari kontuni.

 

Við hesum máar samgongan støðið undan samhaldsføstu almennu fólkapensjónini til øll. Lagt verður um til eina fátækaveiting, sum eingin - hvørki ríkur ella fátækur - fer at vilja kennast við.

 

Óskiljandi, at Javnaðarflokkurin nú selur av arvasilvurinum við at senda flaggskipið hjá Petur Mohr Dam, sála - fólkapensjónina - til upphøggingar.

 

Vent í holuni

Undan valinum ljóðaði, at íbúðarmarknaðurin skuldi fjøltáttast, og at lættari fór at verða at seta búgv.

 

Men fyrsta íbúðarpolitiska átakið bendir á, at vent er í holuni. – Loysingarflokkarnir tvífalda enn einaferð tinglýsingargjøldini. Tað merkir, at hvørja ferð ogn ella lán verða tinglýst, skal gjaldast við kassa eitt, so 40 mió. kr. eyka verða at fíggja ein lítlan part av skjótt vaksandi rakstrarútreiðslunum.

 

Steinur omaná byrðu

Landsstýrið umber seg við, at tinglýsingargjøldini í okkara grannalondum, eitt  nú í Danmark eru væl hægri enn í Føroyum.

 

Men sethúsamarknaðurin hjá okkum er ikki sum í Danmark ella øðrum grannalondum. Hann er nógv minni, og siðvenjan at seta føtur undir egið borð er nógv størri hjá okkum. Harnæst er eingin kapping millum peningastovnar um sethúsalánini. Av somu orsøk er væl dýrari at lána pening í Føroyum enn aðrastaðni.

 

Íbúðarpolitikkurin hjá samgonguni er tí steinum omaná byrðu, hjá eitt nú barnafamiljum, sum skulu seta búgv.

 

Allur útjaðarin í avgjaldsnótini hjá Háfoss, Vilhelmsson og Michelsen

Tað hevur eydnast Háfoss, Vilhelmsson og Michelsen at kasta eina avgjaldsnót, sum allur útjaðarin er endaður í.

 

Tey, ið seta búgv, tey sum eru noydd at koyra til arbeiðis, vinnulívið og kommunur úti um landið, verða meinast rakt.

 

Ein av fáu glottunum í førda politikkinum - skattalættin - tykist hanga í tunnum tráð, nú kommunurnar skulu rinda bróðurpartin uttan fulla afturbering.

 

Vónandi fer at bera til at steðga skilaleysu avgjaldsuppskotunum, sum floyma niðan í Løgtingið í hesum døgum.

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur