Hvar er ungdómspolitikkurin hjá landsstýrinum?

26. november 2015


Lesandi fingu lovað gull og grønar skógir, men hetta samsvarar als ikki við tað, ið landsstýriskvinnan og samgongan nú hava borið fram higartil


Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, og umboð fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um, at inntøkumarkið hjá lesandi skal lækkast. 


Lesandi kunnu í dag tjena upp til 20.000 kr. mánaðarliga uttan, at tað ávirkar lestrarstuðulin. Hetta var eitt tað fyrsta, ið undanfarna samgonga fekk hækkað úr 10.000 kr. upp í 20.000 kr. 

 
Landsstýriskvinnan leggur upp til, at markið framyvir skal lækkast við 5.000 kr. mánaðarliga. Altso fer markið úr 20.000 kr. niður í 15.000 kr., og verður hetta sett í verk um ársskiftið 2015-2016.

 

Hetta er ógvuliga óheppið, tí stuðulin fyri ein, ið er farin undir víðari lestna her í Føroyum er 3.815 kr. mánaðarliga, og um ein ynskir sær meira peningin at ráða yvir, so er einasti møguleiki lántøka.


Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, hevur í huga, at tað ikki eru øll lesandi, ið hava møguleikan at búgva heima og tískil mugu út at leiga sær íbúð/hús, og bústaðarkostnaðurin í Tórshavn, har allar tær hægru útbúgvingarnar eru savnaðar, er ógvuliga høgur, umframt at kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt.

Broytingin hevur við sær, at landið sparir 1,5 mió.kr. Er tað veruliga ikki nakra aðrastaðni, ið landsstýriskvinnan/landsstýrið kann finna 1,5 mió.kr., uttan at taka tað frá teimum lesandi.

 

Eisini vísir hon á tøl, har lesandi í Danmark kunnu tjena 11.845 kr. mánaðarliga, og eftir hetta verður stuðulin inntøkujavnaður. Havast skal í huga, at kostnaðarstøðið í Danmark er eitt heilt annað enn tað, ið vit hava í Føroyum, men tað tykist ikki sum Rigmor Dam tekur hædd fyri hesum.

 

R-frádrátturin, ið Edmund Joensen var við til at fáa ígjøgnum á Fólkatingi, gerð tað munandi lættari at vera lesandi í Danmark, um ein er partur av Ríkisfelagskapinum, tí møguligt er at vinna sær upp til 70.000 kr. áðrenn lønin verður skattað. Tað er tann vegin, sum vit eiga at fara, heldur enn at revsa tey, ið ynskja, muga og hava vilja at arbeiða meðan tey lesa.


Undir løgtingsvalstríðnum kom fram, at tað skuldi fjálgast um tey lesandi, sum eru tey, ið skulu bera land og samfelag víðari.
 

Lesandi fingu lovað gull og grønar skógir, men hetta samsvarar als ikki við tað, ið landsstýriskvinnan og samgongan nú hava borið fram higartil.


Eg meti tey lesandi vera eina virðisskapandi íløgu í samfelagið, ikki eina útreiðslu, tíverri gera landsins ovastu myndugleikar ikki tað.

 

Eyðbjartur S. Skaalum

Skrivari í Ungmannafelagnum Samband


RN


Aftur