Kanska heimsins asosialasti skattalætti

28. november 2015



Í 2014 álegði samgongan fiskiflotanum, serliga nótaskipunum, at gjalda áleið 130 mió.kr. í tilfeingisgjaldi. Av hesum rindaði manningin sín part, so um teirra sáttmálar eru áleið 30%, so rindaðu teir áleið 40 milliónir í tilfeingisgjaldi til landskassan. Onkur kundi kanska sagt, at hetta var eitt gjald fyri tann serrætt, at fáa loyvið at taka okkara felags ogn úr havinum. 

Verandi samgonga, sum annars brúkti vørumerkið, at tey skuldu gera eitt rættvísari og javnari samfelag, hevur gjørt av at geva hesum monnum ein tilfeingisskattalætta á 100%, soleiðis at teir nú als einki skulu gjalda fyri hendan serrættin. Teir skulu tó gjalda vanligan skatt, minus sjómannafrádrátt, sum verandi samgonga heldur ikki hevur broytt.

Eg kenni ikki tølini neyvt, men um vit siga, at tað eru áleið 300 mans, sum í meðal forvinna 1 mió.kr. hvør, so fái eg tað til, at hesir mennirnir, sum í løtuni eru millum teir allar hægst løntu í landinum, fáa ein skattalætta á áleið 130.000 kr hvør. Eg fái meg ikki heilt at trúgva hesum tølum, og vil eg tí hervið nýta høvið at fáa onkran í samgonguni at greiða mær nærri frá, um hetta er so ella ikki. 

Tá farna samgonga valdi at broyta skattastigan, valdi verandi samgonga (táverandi andstøða) at gera nógv burturúr, hvussu nógv bankastjórarnir spardu - hóast teir eru sera fáir. Kundi í tí samanhanginum hugsa mær at spurt onkran í samgonguni, hvussu nógv skipararnir í nótaskipunum fara at spara við hesum skattalættanum - kanska tí ósosialasta í heimssøguni. Eg fái tað til, at teir fáa ein lætta, sum kanska liggur um eina hálva millión hvør. Eg fái meg ikki at trúgva, at verandi samgonga, sum leggur seg eftir lesandi, sum tjena nakrar krónur eyka, samstundis gevur skiparum, sum forvinna fleiri miliónir, ein so ófatuliga stóran lætta. 


Vóni at fáa svar - og vónandi havi eg misskilt okkurt, so eg fái eina rættleiðing til tað, sum eg havi skrivað.

Reimund Langgaard
Fyrrv. tingmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur