Burtur úr vón og viti

1. desember 2015



Í grein til miðlarnar um dagarnar skrivar Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin:

 

“Meðan Jóhan Dahl sat við Vinnumálum, varð skrivað í kunngerð 5. aug 2015, at frá 1. januar 2017 verður fyrsta trygdarskeiðið tríggjar vikur til longdar”.

 

Hetta er als ikki rætt!

 

Kunngerðin, sum sipað verður til sigur í §§ 16 og 17, at dekkari á fiskiskipi skal hava staðið trygdarskeið fyri sjófólk við fiskiskipum sbrt. STCW-F kap. III/1.

 

Onki verður sagt um, at trygdarskeiðini skulu vera 3 vikur til longdar.

 

Tað ber eisini væl til, at lúka altjóða krøv í STCW-F sáttmálanum, og at fara væl um trygdina umborð á fiskiskipum, sjálvt um trygdarskeiðini ikki verða so drúgv. Tí í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við á fiskivinnuøkinum, eru trygdarskeiðini væl styttri. Eitt nú í Noreg og Íslandi, sum vísa til somu sáttmálar hjá IMO, m.a. eisini STCW-F.

 

Hinvegin stendur í § 6 í kunngerð 119 frá 20. november 2015, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum hevur lýst:

 

“Trygdarskeiðið er ásett til 3 vikur, sum svarar til 4,5 stig í European credit Transfer System, ECTS-stig”.

 

Hetta er burtur úr vón og viti, og má broytast ongantíð ov skjótt.

 

Vónandi fara myndugleikarnir at taka í egnan barm  og broyta  áður nevndu kunngerð.

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur