Fer at loysa seg verri at arbeiða

5. desember 2015


Samgongan sær út til í fleiri grundleggjandi málum at tosa í ein eystan, men stýrir í vestan


Nýggja pensjónsskipanin, sum Javnaðarflokkurin stendur á odda fyri, saman við Tjóðveldi, Framsókn og Sonju Jógvansdóttir ger, at tað fer at loysa seg verri at arbeiða hjá pensjónistum.

 

Orsøkin er, at flokkarnir eru lagstir á bulin í pensjónini – grundupphæddina, sum verður lækkað við 580 kr. um mánaðin - ein sparing í pensjón á 52 mió.kr., svarandi til 1 mió.kr. um vikuna.

 

Galdandi skipan hevur tann skeivleika, at tað ikki lønar seg nóg væl hjá pensjónistum at arbeiða. Men við nýggju skipanini verður uppaftur verri.

 

Orsøkin er, at grundupphæddin er einasta veiting, sum er skattafrí og eisini sleppur undan allari mótrokning. Tá hesin parturin minkar, sigur tað seg sjálvt, at tað ávirkar mótrokningina skeiva vegin, tí nú verður størri partur av pensjónini mótroknaður og skattaður.

 

Pinkulítla økingin í viðbótini á 150 kr./mðr. bøtir ikki um skeivleikan. Tí viðbótin verður bæði skattað og mótroknað í aðrari inntøku.

 

Við øðrum orðum, verður minni eftir av pensjónini, tá inntøkan fer uppum knappar 60.000 kr. enn frammanundan.

 

Egnarar og onnur rakt

Hetta kemur illa við hjá teimum, sum egna ella gera annað lønandi arbeiði. Og tað ringasta av øllum er, at hamarin ikki fellir fyrr enn árið eftir. Pensjónistar kunnu tí gerast um ein háls, um ikki verður ansað sera væl eftir ikki at fara um markið.

 

Hækkað útgjald úr AMEG bøtir neyvan hálvan skógvin

Við at krevja 85 mió.kr. meira inn í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) frá vinnu og løntakarum, roknar nýggja landsstýrið við, at pensjónistar fara at hava meira eftir, tí útgjaldið verður hækkað. Men hetta er ivasamt. Tí tað er stýrið í AMEG, sum ger av, hvat útgjaldið verður. Og útgjaldið úr AMEG verður eisini skattað.

 

Formaðurin í stýrinum hevur longu boðað frá, at útgjaldið í fyrsta lagið verður broytt  frá 1. februar. Tí verður neyvan nøkur hækking 1. januar, sum landsstýrið annars egnir við. Óvist er eisini, hvussu stórt útgjaldið verður, tá samanum kemur, tí sambært formanninum, leggur lógarverkið um AMEG upp til, at grunnurin skal verða búskaparliga haldførur.

 

Tað vil siga, at peningur skal vera í grunninum, soleiðis at pensjónistar fáa úr honum, eisini í komandi tíðum.

 

Annað mál er eisini, at sjálvt um inngjaldið hækkar við 85 mió.kr. verða í besta føri millum 45-50 mió.kr. til pensjónistarnar. Hetta kemst av, at ávikavist land og kommunur fáa 14 og 17 mió.kr. í skattainntøkum av økta útgjaldinum, sum í besta føri liggur millum 85-90 % av inngjaldinum í grunnin.

 

Møguliga økta gjaldið úr AMEG, bøtir tí neyvan hálvan skógvin, tá hugsað verður um ógvusliga niðurskurðin í grundupphæddini.

 

Prinsippiellur munur

Men við at økja um leiklutin hjá AMEG, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga, flyta vit okkum frá samhaldsføstu almennu pensjónini, sum øll hava kent seg sum part av, til eina meira olmussukenda fátækaveiting, sum eingin við tíðini fer at vilja kennast við. Tí her er talan um ein ógvuliga stóran prinsippiellan mun, sum neyvan tænir nøkrum.

 

Pensjónistar gjalda ein marginalskatt á umleið 90 prosent

Pensjónistur kann vinna knappar 60.000 kr. árliga, uttan at verða mótroknaður í viðbótini. Inntøka omanfyri knappar 60.000 kr., verður mótroknað 60 prosent av hvørjari krónu. Tað merkir, at 6.000 kr. rúka av viðbótini fyri hvørjar 10.000 kr., vunnar omanfyri knappar 60.000 kr. Av teimum 4.000 kr. sum eru eftir - rindar borgarin knøpp 30% í skatti. Tað merkir, at ikki meir enn 30% eru eftir av inntøkuni, sum er omanfyri knappar 60.000 kr. árliga.

 

Men mótrokningaróskilið steðgar ikki her. Støðan er verri enn so. Tí pensjónisturin missir alla viðbótina til ávísar pensjónistar í einum høggi (góðar 7.000 kr. árliga), tá inntøkan fer upp um 60.000 kr. árliga. 

 

Úrslitið er, at pensjónistur, sum hevur vunnið sær 59.999 kr. árliga, og sum dittar sær at vinna 60.000 kr. aftrat, einans hevur 8.000 kr. eftir av teimum eyka 60.000 kr. Hetta svarar til ein marginalskatt, sum ligur hvørju megin 90%. 

 

Pensjónisturin hevur sostatt ikki meir enn 10 oyru eftir av seinast vunnu krónunum. Hvør tímir at arbeiða, tá so er?

 

Slík skipan hevur við sær, at pensjónistar ikki arbeiða so nógv, sum hugur og orka eru til.

 

Við so harðari mótrokning hava pensjónistar onki insitament at arbeiða frá inntøkum, sum eru millum umleið 60.000 kr. árliga til 120.000 kr. árliga.

 

Tað virkar ikki sum um, at tað er nakar í samgonguni, ið veit, at skipanin er sum hon er, og at tað er óamannaverk at gera so ógvusligar broytingar, sum skotið er upp, uttan nakrar hoyringar og uttan nakrar koyringar, sum lýsa avleiðingarnar av ógvusligu broytingunum.

 

Mótrokningin má lækka

Arbeiðsloysið er lítið og einki í landinum. Stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Pensjónistar í dag eru tíbetur ofta væl fyri, bæði til likams og sálar. Arbeiðshugurin er oftast góður og hegni gott. Tí er upplagt at gera brúk av hesi royndu arbeiðsmegi, heldur enn at innflyta arbeiðsmegi úr øðrum londum.

 

Men um hetta skal eydnast verður neyðugt at lækka mótrokningina í pensjónini úr teimum 60% í 25-30 %., soleiðis at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.

 

Hetta kann gerast í stigum, so pensjónistar í øllum inntøkubólkum við tíðini hava sama møguleika at arbeiða - og at tað ikki eru skatta- og mótrokningarmørk, sum avgera, virkisfýsni - men heldur hugurin, orkan og hegni hjá einstaka pensjónistinum at vinna sær nøkur eyka oyru, og harvið geva eitt ískoyti til samfelagið.

 

Tosar í ein eystan, men stýrir í vestan

Løgmaður segði annars við Útvarpið leygardagin 5.des. á middegi, at tað skal loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða. Tí er tað sum nú verður gjørt sera óskiljandi. Tað gongur jú beint ímóti boðskapinum hjá løgmanni.

 

Tað sýnist, sum samgongan í fleiri grundleggjandi málum tosar í ein eystan, men stýrir í vestan.

 

Vónandi verður kumpassin rættað, áðrenn skútan kollsiglir.

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur