Latið grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið

5. desember 2015


Sambandsflokkurin heitir á samgonguna um at lata grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið og bjóðar til samstarv um at gera eina virðiliga langtíðarsemju um pensjónsøkið í Føroyum


Grundupphæddin í fólkapensjónini hevur í meira enn hálva øld verið bulurin í pensjónini hjá føroyingum.

 

Soleiðis hevur verið, líka síðani Petur Mohr Dam, sáli, og Kristian Djurhus, sáli, stríddust fyri og fingu gróðursett hesi rættindi føroyinga í Ríkisfelagsskapinum.

 

Tí kann tað ikki annað enn undra verandi og komandi pensjónistar, at Javnaðarflokkurin saman við hinum samgonguflokkunum í óðum verkum ger seg inn á hesa grundsúlu í vælferðarsamfelagnum, ið hevur verið friðhalgað í politiska landslagnum sum ein sátt millum landsins myndugleikar og fólkið, ið her býr.

 

At tey í Tjóveldinum og Framsókn ganga pensjónistum sera nær, undrar kanska ikki eins nógv, tí hesir flokkar hava bara eittans mál, og tað er at niðurlaga Ríkisfelagsskapin og allar ágóðar, føroyingar hava í hesum felagsskapi – og tað púra uttan fyrilit fyri pensjónum ella øðrum vælferðarskipanum.

 

Men at Javnaðarflokkurin sær út til at vera komin hagar til, at flokkurin letur seg draga inn í hesa skemdargerð móti sínum egnu, er snøgt sagt ikki til at skilja.

 

Um samgongan tvíheldur um at umleggja skattafíggjaðu pensjónina til arbeiðstakara og arbeiðsgevara at gjalda, so er kortini møguligt at varðveita grundupphæddina.

 

Sambandsflokkurin heitir á samgonguna við Javnaðarflokkinum á odda um at lata grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið – og at umhugsa støðuna eina ferð enn. Tað fer einki av Javnaðarflokkinum og samgonguni, um steðgað verður á í hesum álvarsmáli.

 

Lat okkum heldur seta okkum saman at finna eina virðiliga og haldføra pensjónsnýskipan, ið øll kunnu verða tjent við, bæði núverandi og komandi pensjónistar.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður Sambandsfloksins



Aftur