Eg haldi meg til fakta, Eyðgunn

5. desember 2015


Haldi at pensjónsmálið er ov álvarsligt at gera til eina partapolitiska kastibløku


Í aftursvari til greinina “Fer at loysa seg verri at arbeiða” leggur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, meg undir at bera fram faktuellar skeivleikar.

 

Hesum vil eg staðiliga afturvísa.

 

1. Eyðgunn sigur, at tað ikki er rætt, at grundupphæddin er einasta veiting, sum er skattafrí og eisini sleppur undan allari mótrokning. Góða Eyðgunn hetta er rætt! Samhaldsfasti verður, sum tú sigur ikki mótroknaður, men hann verður skattaður soleiðis, sum greitt verður frá í míni grein. Viðbótin verður bæði skattað og mótroknað.

 

2. Eyðgunn sigur eisini, at pensjónistar ikki fara at missa. Hetta er heldur ikki rætt, tí so hvørt, sum  grundupphæddin minkar, verður størri og størri partur av pensjónini mótroknaður og skattaður. Tí verður minni eftir av pensjónini hjá pensjónistum, sum arbeiða, um verandi mótrokning ikki verður broytt samstundis. Og tað leggur lógaruppskotið hjá Eyðgunn um at skerja grundupphæddina og harvið spara 51,8 mió. kr. í 2016, 59,2 mió. kr. í 2017 og 60,7 mió. kr. í 2018 tíverri ikki upp til.

 

3. Eyðgunn sigur eisini, at tað fer at loysa seg eitt sindur betur at arbeiða enn frammanundan, tí landsskatturin lækkar 5% fyri inntøkur omanfyri 65.000 kr. Hesum ivist eg stórliga í, tí sjálvt um viðbótin kvinkar upp við 150 kr./mðr., so verður grundupphæddin, sum hvørki verður skattað og ei heldur mótroknað, lækkað við 14% fyri stakar pensjónistar og við 17% fyri hjún.

 

Og tá búskaparfrøðingar sambært Sosialinum hava roknað út, at lægstu inntøkurnar ongan skattalætta fáa, og tá óvissan um útgjaldið í Samhaldsfasta er so stór, er lítið at ivast í, at her ruggar ikki rætt.

 

Allar hinar ólukkurnar, sum Eyðgunn í sínum aftursvari, leggur meg undir at hava framt, leggi eg ikki í at viðmerkja í hesum umfari – gangi út frá, at talan er um illsinnisgleps, sum hóast alt ikki er so illa meint.

 

Haldi at pensjónsmálið er ov álvarsligt at gera til eina partapolitiska kastibløku.

 

Vóni tí framvegis, at Eyðgunn og Javnaðarflokkurin lurta - sleppa ætlanini, ið nú liggur á borðinum - og lata grundupphæddina fáa frið! 

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur