Eyðgunn Samuelsen og fakta

6. desember 2015


Lat grundupphæddina í pensjónini fáa frið


Í tveimum greinum á rað, vil Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum vera við, at eg ikki havi hildið meg til fakta í sambandi við míni mótmæli, nú samgongan er løgst á grundupphæddina í pensjónini.

 

Hesum vil eg enn einaferð staðiliga vísa aftur.

 

Annaðhvørt hevur landsstýriskvinnan misskilt tað eg havi ført fram - ella ynskir hon, at leggja annað í orðini. Tað seinna vóni eg ikki er rætt.

 

1. Um grundupphæddina havi eg sagt: “... at grundupphæddin er einasta veiting, sum er skattafrí og eisini sleppur undan allari mótrokning”. Hetta er rætt! Eingin onnur almenn veiting sleppur undan bæði skatti og mótrokning. Eg veit væl, at Samhaldsfasti ikki verður mótroknaður, men hann verður skattaður.

 

Tí havi eg hildið meg til fakta og onki annað!

 

2. Eyðgunn er ill um, at eg ikki mótmælti, tá undanfarna samgonga hækkaði viðbótina við 350 kr./mðr. Hetta skilji eg als ikki, tí eg havi einki ímóti, at viðbótin verður hækkað. Undanfarna samgonga lækkaði ikki grundupphæddina.

 

Tað sum eg eri ímóti og havi átalað harðliga, er at Eyðgunn Samuelsen er løgst á bulin í pensjónini – grundupphæddina – sum hon ætlar at lækka við 580 kr./mðr. Og harvið spara Landskassanum 51,8 mió. kr. í 2016, 59,2 mió. kr. í 2017 og 60,7 mió. kr. í 2018 samstundis, sum aðrar rakstrarútreiðslur spola avstað ótálmaðar.

 

Hetta er mær óskiljandi. Ikki minst tá hugsað verður um, tað ið borðreitt varð við til løgtingsvalið, og tá hugsað verður um, at pensjónin og grundupphæddin hevur verið arvasilvurið hjá Javnaðarflokkinum.

 

3. Annars er tað eitt framstig, at landsstýriskvinnan nú viðgongur, at eingin skattalætti verður til lægstu inntøkurnar, sum eru undir 100.000 kr. árliga, við skattalættanum hjá samgonguni, og at útrokningarnar, sum eru gjørdar í sambandi við allar tær grundleggjandi broytingarnar, sum samgongan er farin undir í pensjónshøpi eru ivasamar.

 

Latið grundupphæddina fáa frið

At enda fari eg enn einaferð at heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at taka uppskotið um at lækka grundupphæddina í pensjónini aftur!

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur