Gloymið alt um kommunala fíggjarliga útjavning

9. desember 2015


Ongin kommunusamanlegging - ongin kommunal fíggjarlig útjavning


Tað verður javnan tikið fram í politiska kjakinum, um tørvin á fíggjarligari útjavning millum kommunurnar í Føroyum. Umrøðan kemst serliga av, at tær nógvu smáu kommunurnar, í alt størri mun, ikki hava fíggjarliga orku at veita nøktandi og kappingarførar tænastur til sínar borgarar, og tí er vandi fyri, at fólk flyta og ongi fyta til hesar smáu kommunur.

 

Til samanberingar verður nevnt, hvussu væl fyri høvuðsstaðarkommunan er við inntøkum og tí er rímuligt at gera eina útjavningarskipan millum allar kommunurnar - fyri Tórshavnar kommunu ein útgangandi útjavning.

 

Kommunal figgjarlig útjavning verður hvørja ferð umrødd uttan at nerta við kjarnina í málinum - nevnliga lyklaorðið kommunusamanlegging.

 

Kommunusamanlegging til 5-7 kommunalar eindir í Føroyum er ultimativa fortreytin og kravið fyri, at ein útjavningarskipan fæst at virka optimalt og soleiðis, at sum mest fæst fyri avmarkaða skattapeningin.

 

Í løtuni eru heilar 30 kommunur í Føroyum. Allar flestu av kommununum eru í stødd og styrki, hvørki búskaparliga, fyrisitingarliga, fakliga og sosialt burðardyggar endir. Tí vil ein kommunal fíggjarlig útjavning til hesar smáu kommunur verða oysl við almennum pengum og nyttu- og meiningsleyst.

 

So niðurstøðan er stutt og greið - tað verður ongin kommunal fíggjarlig útjavning uttan ein kommunalreform ella nýggjan kommunubygnað í Føroyum.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur