Loynilig semja um eina kenda ósemju

10. desember 2015



Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu í seinasta lagið í 2017. Tað hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skrivað í samgonguskjalið. Tá skulu vit taka støðu til, um vit vilja hava eina nýggja stjórnarskipan, sum onkur eisini kallar grundlóg.

 

At gera eina grundlóg skuldi ikki tikið langa tíð, tí flestu grundlógir um okkara leiðir líkjast hvørji aðrari. Kortini hava vit í Føroyum sitið og høsnast við hesum skjalinum í eini 15 ár. Tað merkir, at yngstu veljararnir sum fara at seta krossin í 2017, dugdu ikki at ganga, tá arbeiðið fór í gongd.

 

Lógir eru so ymiskar

Okkara lógarverk er bygt upp eftir eini ”trappuskipan”, har danska grundlógin stendur á ovasta trini. Endamálið við henni er ikki at siga okkum vanligu borgarum, hvussu vit skulu liva í gerandisdegnum, men hon skal harafturímóti staðfesta, hvør kann gera lógir og hvat lóggevast kann um. Hon skal tryggja fólkaræðið í øllum danska ríkinum.

 

Undir Grundlógini hava vit Heimastýrislógina. Hon gevur Løgtinginum og Landsstýrinum ein part av valdinum, sum Grundlógin annars gevur Fólkatinginum og donsku stjórnini.

 

Síðani hava vit Stýrisskipanarlógina. Hon útgreinar í smálutir, hvussu valdið hjá føroyska heimastýrinum verður skipað.

 

Og her er tað, at tann stóri spurningurin skal svarast: Hvar í hesi ”trappuskipanini” skal føroyska Stjórnarskipanarlógin vera? Skulu vit hava eina nýggja grundlóg afturat (ella ístaðin fyri) verandi grundlóg á ovasta trapputrini, ella skal Stjórnarskipanin taka plássið sum verandi Stýrisskipanarlóg nú hevur á triðovasta trini?

 

Velja vit seinnu loysnina, so verður føroyska stjórnarskipanarlógin kortini grundlóg, um Føroyar einaferð í framtíðini gerast ein sjálvstøðugur statur, tí í tí førinum fara bæði danska Grundlógin og Heimastýrislógin úr gildi. Tvey tey ovastu trinini verða kappað av trappuni, og Stjórnarskipanarlógin verður tí ovast.

 

Fólkið er omanfyri lógina

Tað avgerandi í einum fólkaræði (demokratii) er, at tað er fólkið sum ræður. So tá eg her sigi, at Grundlógin er á ovasta trini, so skal tað takast við tí fyrivarni, at sjálvt endamálið við eini grundlóg er at tryggja, at fólkið er omanfyri lógina.

 

Nógvar tulkingar

Tað løgna við donsku grundlógini er, at hon er sera trupul at lesa. Lesa vit hana bókstavliga, so hevur til dømis danska drotningin sera stórt politiskt vald. Hon hevur tað útinnandi valdið, hon velur allar ráðharrarnar, og hon kann eisini koyra fólkatingið frá og skriva út val. Harafturat verður eingin lóg sett í gildi, uttan at drotningin hevur skriva undir hana.

 

Men øll sum kenna danskan politikk vita, at soleiðis er veruliga støðan ikki. Drotningin hevur í veruleikanum einki politiskt vald, og tað at kongshús framvegis eru í Europa, er úrslit av eini drúgvari søguligari gongd. Tað hevði annars verið púra óhugsandi, at vit nú á døgum høvdu gjørt eina skipan, har fólk úr eini ávísari familju arvaðu trónuna.

 

Heimastýrið er eisini ein tulking

Tað at vit hava heimastýri í Føroyum er eisini orsaka av eini víðari tulking av Grundlógini. Grundlógin sigur annars, at Fólkatingið (einsamalt) er lóggevandi ting í danska ríkinum. Tí verður ofta pástaðið, at veruliga valdið liggur í Danmark, men at ein partur av tí er útdeligeraður til Føroya, og spurnartekin verður eisini mangan sett við, um donsku myndugleikarnir møguliga kunnu taka hesa heimildina aftur. 

 

Tað er lítið at ivast í, at tann dagin tá Føroyar fingu heimastýri, var vanliga fatanin, at politiska valdið lá í Danmark, men at donsku myndugleikarnir góðu frá sær ein part av valdinum til føroyska heimastýrið. Men fatanin nú (bæði í Danmark og í Føroyum) er tann øvugta. Nú tykist breið semja vera um, at valdið í Føroyum liggur hjá Føroya fólki, men at føroyingar útdelegera nøkur málsøki til danskar myndugleikar at umsita. Tað eru eisini føroyingar sum avgera, hvussu leingi henda skipanin skal vera galdandi. Hetta hava millum annað fleiri danskir forsætismálaráðharrar sagt.

 

Tað er henda staðfestingin, sum kann verða skrivað í eina stjórnarskipanarlóg. Har kunnu vit skriva, at politiska valdið í Føroyum liggur hjá Føroya fólki, men at vit samtíðis virða tær skipanir, sum eru galdandi. Vit kunnu eisini sláa fast í eini slíkari lóg, at føroyingar hava rætt at siga hesar skipanirnar upp, men at hetta kann ikki gerast, uttan so at ávísar mannagongdir verða fylgdar.

 

Eg dugi ikki at síggja nakran annan møguleika at fáa breiða semju um eina stjórnarskipan.

 

Byrjaði sum fullveldisgrundlóg

Tá landsstýrið í 1998 sendi ta fyrstu grundlógarnevndina til arbeiðis, var ætlanin at gera Føroyar til ein sjálvstøðugan stat. Tí skuldi nevndin gera uppskot um føroyska grundlóg, sum skuldi vera ovasta lógin í nýggja statinum. Nevndin fekk álagt at gera ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi og ásetingar um rættindi og skyldur hjá føroyskum borgarum. Hetta líkist tí, sum grundlógir vanliga innihalda.

 

Men seinni varð ætlanin um sjálvstøðuga statin slept. Hildið varð tó, at nógv av tí sum arbeitt hevði verið við kundi brúkast, eisini um Føroyar ikki vórðu fullveldi.

 

Sjálvur var eg við í stjórnarskipanararbeiðinum í nøkur ár, og tað arbeiðið gekk sera væl. Í seinastu grein í uppskotinum kom millum annað at standa soleiðis um gildiskomuna: ”...Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.”

 

Tað var altso eingin ivi um, at lógin skuldi taka plássið hjá Stýrisskipanarlógini.

 

Ósemja í Tjóðveldi

Kanska var tað ikki heilt óvæntað, at samstarvið í Stjórnarskipanarnevndini slitnaði áðrenn komið varð á mál. Spurningurin um hvar Føroyar eru stjórnarliga kundi ikki sameina partarnar.

 

Men tað løgna var, at tað var ikki soleiðis at sambandsvongurin og loysingarvongurin fóru hvør til sítt, men tað vóru umboðini hjá Tjóðveldi, Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale, ið ikki kundu semjast. Hetta hevði við sær, at Sjúrður endaði í Javnaðarflokkinum.

 

Og nú eru tað hesir báðir somu flokkarnir, sum eru blivnir samdir, uttan at greitt verður nærri frá, hvat teir eru samdir um.

 

Grundlóg merkir loysing

Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, segði tá fólkatingsárið byrjaði í oktober, at um Føroyar skulu hava egna grundlóg, so má hon samsvara við donsku grundlógina, tí tað ber ikki til at hava tvær grundlógir innanfyri tað danska ríkið.

 

Hesum hevur hann púra rætt í, um talan er um eina grundlóg á ovasta trini. Er talan harafturímóti um eina nýggja, víðkaða stýrisskipanarlóg, dugi eg ikki at síggja trupulleikan. - Tað veldst tó sjálvandi um, hvat kemur at standa í lógini.

 

Er nøkur semja?

Í Degi og Viku tann 6. oktober legði Høgni Hoydal dent á, at vit skulu ikki lata ”danir definera okkum.” Men tá hann so varð spurdur, hvør trupulleikin er við at siga at danska grundlógin er omanfyri føroysku stjórnarskipanarlógina, svaraði hann, at trupulleikin við tí er, at so liggur alt valdið í Danmark.

 

Tað má sigast at vera ein løgin niðurstøða, tí líkamikið um tað verður skrivað í ovasta trapputrin ella triðovasta trin, so er og verður fólkið í landinum tann hægsta rættarkeldan í einum demokratii.

 

Løgmaður segði harafturímóti við Dag og Viku tann 30. oktober, at Stjórnarskipanarlógin skal ikki vera nakað loysingarskjal, og hon skal liggja innanfyri rammurnar av ríkisfelagsskapinum. Hetta kann illa skiljast øðrvísi enn at Stjórnarskipanarlógin skal vera undir donsku grundlógini.

 

Ilt er at siga, hvat Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru vorðin samd um, ella um tey veruliga eru samd um henda spurningin. Men er tað so sum Høgni Hoydal sigur, so hevur Sjúrður Skaale í øllum førum ein trupulleika, tí so hevur hann skift flokk til onga nyttu.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur