Helgi Abrahamsen á ting

17. desember 2015



Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tekur í dag sæti á løgtingi fyri Bjørn Kalsø, sum hevur biðið um farloyvi í eina viku.

 

Helgi var tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 2008 til 2015 og áðrenn tað var hann floksskrivari í næstan 10 ár, so tingarbeiðið er ikki ókent fyri honum. Tó er eitt sum er nýtt. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at hann sleppur at royna seg í leiklutinum sum tingmaður í andstøðu.

 

Fyrstu ferð Helgi Abrahamsen var á tingi var í mars mánaði 1990.


RN


Aftur