Edva Jacobsen á ting

18. desember 2015



Edva Jacobsen, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, tekur í dag sæti á løgtingi fyri Magna Laksáfoss, sum hevur biðið um farloyvi í eina viku.

 

Edva var tingkvinna fyri Sambandsflokkin frá 2010 til 2015.

 

Frá 2008 til 2010 gjørdist hon fyrsta varakvinna og kom á ting sum eykafólk nakrar ferðir í hesum tíðarskeiðnum.

 

Sostatt er tingarbeiði ikki ókent fyri Edvu - hettar er kortini fyrstu ferð, at hon skal royna seg sum politikari í andstøðu.

 

Sambandsflokkurin

 


RN


Aftur