Politiskar avgerðir, sum eingin skilir

2. januar 2016



Ein grundleggjandi regla í fólkaræðinum er, at lógir og politiskar avgerðir eiga at vera soleiðis orðaðar, at ”vanliga fólkið” í landinum hevur møguleika at skilja tær. Tað nyttar ikki at lata fólkið valda, um fólkið ikki skilir sítt vald.

 

Vit hava nú um ársskiftið fingið eina ørgrynnu av lógum og umleggingum, sum stakkals Palleba ongan verðsins møguleika hevur at skilja til fulnar. Nøkur gjøld hækka, onnur lækka og í onkrum føri skal meirvirðisgjald rindast beinleiðis til ein almennan stovn (og ikki til landskassan).

 

Tey, sum arbeiða, skulu gjalda minni í skatti og meira til Samhaldsfasta, og fyri at rokningin fyri hetta ikki skal blíva ov stór, hækkar uppsparingin til teirra egnu eftirløn ikki, sum ætlanin annars var. Pensjónistarnir fáa av somu orsøk minni í pensjón, men meira úr Samhaldsfasta. - Tó má onkur serskipan gerast fyri tey, sum ikki fáa fult gjald úr Samhaldsfasta og fyri pensjónistar, sum búgva uttanlands. Og kringvarpsgjaldið, tað... (ja eg finni ikki rættiliga útav um tað hækkar ella lækkar).

 

- So ger so væl Palleba – um tú skilur hetta.

 

Onkur sigur, at pensjónistar á ellisheimum og sambýlum fara at gjalda meira kringvarpsgjald, tí tey hava ikki goldið nakað frammanundan. Men tað sigur landsstýriskvinnan við mentamálum var ein feilur. So tann, sum fær eina størri rokning skal ikki hugsa so nógv um, at rokningin er blivin størri, men heldur skulu tey royna at hugsa um, at rokningin var ov lítil frammanundan. Tað plagar at hjálpa.

 

- So Palleba, vónandi skilur tú hetta.

 

Undirskotið hjá landskassanum verður vent til avlop, millum annað tí, at hetta landsstýrið bókar renturnar øðrvísi, enn undanfarna landsstýrið bókaði sínar rentur. Og uttan hesa teknisku fintuna, hevði undirskotið framvegis itið undirskot. Og landsstýriskvinnan, sum undan valinum segði, at pengarnir frá forskatting av pensjónum áttu ikki at verða taldir við í úrslitinum hjá landskassanum, hon situr nú sjálv og telur hesar pengarnar við í sínum roknistykki.

 

-  Men tað mást tú royna at skilja Palleba, at um hon ikki gjørdi soleiðis, so hevði hon ikki fingið avlop á botnlinjuni.

 

Og landsstýriskinnan ætlar at lækka ríkisveitingina, uttan at spyrja løgtingið um loyvi, hóast hennara egni floksformaður fyri fýra árum síðani kærdi táverandi løgmann, tí hann hevði hækkað somu ríkisveiting uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina. Men tað skal landsstýriskvinnan eiga til rós, at hon lækkar ikki ríkisveitingina heilt niður til tað, sum hon var í 2011, tí hon veit sum er, at um hon hevði gjørt tað, so hevði fíggjarlógin framvegis havt undirskot.

 

- Og tað skilja vit báðir, Palleba, at tað er betri at hava yvirskot við donskum pengum, enn at hava undirskot. Gott at landsstýrið nú eisini hevur skilt tað.

 

- Annars, gott nýggjár, Palleba.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur