Hvør er kósin hjá Sambandsflokkinum á Tingi?

11. januar 2016



Sum limur í Sambandsflokkinum og við áhuga í samfelagsviðurskiftum, fari eg at gera nakrar viðmerkingar til tann sjónleik, sum vit eru vitni til, hava verið tað síðan 14. nov. 2011 og lutvíst eisini áðrenn tað.

 

Sambandsflokkurin hevur verið við í landsins leiðslu seinastu nógvu árini, seinasta tíðarskeiðið var mest merkt av ruðuleika og gølum, sum endaði við, at val varð útskrivað á Ólavsøku (hóast Kaj Leo, sambært honum sjálvum, hevði tikið støðu um hettar longu í mai).

 

Valúrslitið 1. sept. 2015 gav eina greiða ábending um, hvat veljarin meinti.

 

Sum um skaðin ikki var nóg stórur, so fór eitt ósemjukent formansskifti fram beint eftir valið, áðrenn tey nývaldu kundu fóta sær og geva til kennar, hvar tey stóðu, tað kundi givið fleiri skikkaði evnir til henda týdningarmikla post. Haldi, at formansskiftið eins væl hevði kunnað fari fram á tí regluliga Landsfundinum í mars - kreftir innanflokka vildu skunda hettar ígjøgnum.

 

Vit koma ikki uttan um, at núsitandi samgonga hevur havt eina sera baldruta byrjan. Eftir at hava sett fleiri nýskipanir út í kortið, hevur tað gingist illa at samla endarnar, soleiðis at tær eisini kunnu gerast veruleiki.

 

Hesum hava bæði umboð fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin gjørt vart við á ein sera ófrættakendan hátt. Skilji kortini ikki, hvat tað er, sum skilir Sambandsflokkin og sitandi samgongu so nógv, at als einki líkinda stev kann fáast í lag um nakað mál.

 

Óttist fyri, at Fólkaflokkurin stýrir Sambandsflokkinum í andstøðu, eins og teir gjørdu, tá teir vóru í samgongu, sum hevði við sær tað mest ósolidariska tíðarskeiðið í nýggjari tíð.

 

Niðanfyri havi eg roynt at samanborið báðar tær seinastu samgonguavtalurnar. Haldi, at fleiri samanfallandi áhugamál áttu at veri at samstarvast um.

---------

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. nov. 2011

 

Búskapur

Málið er ein sjálvberandi búskapur. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógina í seinasta lagi 2016. 

 

Vinnuvøkstur skal skapast, og birtast skal upp undir nýggjar og nýskapandi vinnur. Endamálið er at skapa støðugan búskaparvøkstur.

 

Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.

 

Skattingin av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, verður endurskoðað.

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. sept. 2015

 

Búskapur

Skilvísur búskaparpolitikkur skal leggja trygga grund undir ein sjálvbjargnan og haldføran búskap.

 

Javnari býti av ríkidøminum skal tryggja, at virðini í størri mun koma í umfar og harvið skapa størri vøkstur og trivnað.

 

Nýskipanir skulu menna einar vælvirkandi Føroyar við fleiri møguleikum, framburði og dyggari áliti og javnrættindum fyri allar borgarar.

---------

 

Yvirskipað miða bæði skjølini eftir einum sjálvberandi búskapi (sjálvbjargnan búskap), ein samgonga við Tjóðveldisflokkinum hevur sjálvsagt aðra fatan av ríkisveitingini, tað átti ikki komi óvart á nakran.

 

Hvat viðvíkur skatta- og pensjónsskipanin, vildi eg ynskt, at Sambandsflokkurin átti lut í tí, sum nú fyriliggur, heldur enn í tí, sum var lagt fyri dagin í seinasta samgonguskeiði.

 

Eitt tað fyrsta vit vóru vitni til var, at ein munandi skattalætti varð latin til hægru inntøkurnar, samstundis sum lægru inntøkurnar fingu lítið og einki, hettar verður framvegis vart við at vera eitt neyðugt stig fyri at fáa gongd á búskapin. Kundi hugsa mær, at fingi sakliga og fakliga grundgivi fyri, hví ein meira samhaldsfastur lætti ikki var mettur at hava somu ávirkan. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at tað hevði havt tað somu og helst størri ávirkan, tað sjáldsama við hesum lætta var, at einans Fólkaflokkurin vildi kennast við hann í valstríðnum.

 

Grundupphæddin hevur seinastu tíðina veri dúgliga brúkt og misbrúkt, vælvitandi at landskassin undir ongum umstøðum megnar framhaldandi at svara sínum skyldum á pensjónsøkinum, fleiri grundleggjandi broytingar verða neyðugar. Sjálvandi er grundupphæddin eisini ein faktorur, sum tað kann regulerast uppá, eins og aldur, egin- og starvsfíggjað eftirløn o.a. Somuleiðis er forskattingin av pensjónini sera ivasom, sum serfrøðin á økinum als ikki er samd um.

--------

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. nov. 2011

 

Fiskivinnan

Hildið verður fram við yvirskipaða vinnupolitikkinum at skapa vinnuni góðar og støðugar karmar, soleiðis at verandi fyritøkur fáa best møguligar fortreytir at menna seg. Tað skal vera lagaligt hjá nýggjum fyritøkum at koma fyri seg og somuleiðis áhugavert hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum.

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. sept. 2015

 

Fiskivinnan

Vit vilja fremja eina grundleggjandi nýskipan í fiskivinnupolitikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018. Nýskipanin skal byggja á hesar aðalreglur .........

------

 

Haldi at avtalan frá 2015 er meira í tráð við tað hugsjónina, sum Sambandsflokkurin hevur umboðað, hettar við atliti til, at júst Sambandsflokkurin var við til at uppsiga fiskiloyvini til 2018 - tað hevur hinvegin ikki veri gjørligt at nátt settum málið saman við Fólkaflokkinum.

 

Skilji væl at tað kennist svárt at sita óvirkin meðan málið verður loyst úr lagdi, men tað er nú einaferð soleiðis tað kann gangast, tá man ger tey skeivu valini. Vónandi virðir samgongan, at ein breið semja er einasti vegur fram um støðug og trygg viðurskiftir skulu valda.

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. nov. 2011

 

Stjórnarskipan

 

Brot úr samgonguskjalinum frá 14. sept. 2015

 

Stjórnarskipan

Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.

 

Lógin skal staðfesta og útgreina sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, herundir at allur rættur at avgera framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya er hjá Føroya fólki.

 

Eisini skal stjórnarskipanin áseta Føroya fólkaræðisliga stýrislag eins og rættindi og skyldur borgaranna, tá ið tað snýr seg um javnrættindi, persónligt frælsi, rætt til menning, sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði og vinnu og rætt til innløgu og gagnnýtslu av felags tilfeingi.

 

Lógin kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:

· Útlendingamál
· Loftrúmið
· Persóns-, familju og arvarættur ...........

-------

 

Stjórnarskipanin var ikki á skrá, tá samgonguavtalan varð gjørd í 2011, men havast skal í huga, at hetta skal til fólkaatkvøðu. Haldi meg minnast, at Kaj Leo í fleiri umførum hevur ynskt eini fólkaatkvøðu um Ríkisfelagsskapin vælkomnari, uttan eitt siðiligt og væl undirbygt kjak (heldur enn útspilling og fótonglar). Viðførandi ein nógv styrktan Sambandsflokk stúri eg av álvara fyri, hvat úrsliti kann gerast - tá kann flokkurin bara takka sær sjálvum fyri tapið.

 

Soleiðis kundi man hildi fram .......

 

Kann tykjast sum man einki gott sær verða hent tey undanfarnu árini, men so er als ikki.

 

Eitt tað størsta frambrot, sum er hent í Føroyum í nýggjari tíð, er atgongdin til økt tilfeingi, sum júst varð úrslit av einum løgtingi, sum einmælt bakkaði upp um málið. Hetta kundi veri nakað, sum núsitandi løgting kundi lært av.

 

Við bestu ynskjum til tykkum øll í 2016.

 

Magni Durhuus Olsen


RN


Aftur