Vinnuligur og politiskur kappi farin

12. januar 2016


Jákup í Lopra hevur sett førningin frá sær og verður mintur sum ein sterkur vinnulívsmaður og hollur sambandsmaður, ið setti stór spor eftir seg í heimliga umhvørvinum og í Føroya landi


Átta dagar inni í nýggja árinum andaðist Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður og vinnulívsmaður. Hann varð vanliga nevndur Jákup í Lopra.

 

Jákup náddi høgan aldur og var 86 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Føðingardagurin var 21. september 1929, og hann varð føddur í Sumba.

 

Jákup var sonur Poul Sofus Joensen og Paulu Sofie Joensen og búði barnaárini í Sumba. Hann tók studentsprógv í 1950, skiparaprógv í 1953 og stýrimans- og skipsføraraprógv í 1956. Soleiðis varð hann væl skúlaður til vinnu á sjónum.

Seinni búsetti Jákup seg í Lopra, og fór undir vinnuligt virksemi, her reiðaravirksemi, og nógv munnu minnast ”borgirnar” úr Vági. Fyrsti trolari Jákups, "Akraborg", varð bygdur í Sunnmøre í Noreg í 1961. Eisini í Føroyum lat hann byggja skip.

 

Vinnuligur kappi

Jákup í Lopra sá allar sínar dagar tað ovurhonds neyðuga í, at Føroyar skulu standa seg væl vinnuliga, tí inntøkur frá vinnuni eru týðandi partur av grundarlagnum undir samfelagnum og felags vælferðini.

 

Tað lá í hansara DNA at skipa fyri, og í 1977 tók hann saman við øðrum stig til at byggja Polarfrost í Vági, har hann gjørdist stjóri.

 

Í 1985 keypti hann Hotel Føroyar í Havn og gav tí navnið Hotel Borg.

Bæði hotel, skip og virki fóru tíverri av knóranum undir bankakreppuni, sum rakti samfelagið fyrst í 1990-árunum.

Millum seinastu vinnuligu framtøkini hjá honum var at seta felag á stovn í Lopra, sum lat kelduvatn úr Suðuroynni í tangar og seldi tað kring landið. Hetta virksemið seldi hann í 2012, og sum heild er Jákup mintur sum ein góður arbeiðsgevari

 

Jákup var ein sannur kappi, ein kempa í føroyskum vinnulívi, tá hann var uppá tað besta, og nógvir føroyingar hava vunnið sítt breyð í frambræðinum hjá Jákupi í Lopra.

 

Sambandsmaður um ein háls

Jákup Joensen var eisini uppi í politikki og hevði sæti í bygdarráðnum í Sumba í nøkur ár, og í 1994 valdu suðuroyingar hann á ting fyri Sambandsflokkin. Hann var tingmaður í fýra ár í skeiðinum, tá ið Edmund Joensen var løgmaður Føroya.

 

Í politikki hevði Jákup sínar egnu og sjálvstøðugu politisku meiningar innan fyri allan sambandspolitikk, og hann var ongantíð ræddur fyri at bera tær fram í almenninginum. Hann sá og talaði eisini til fyrimuns fyri Ríkisfelagsskapin og týdningin av honum fyri menningina av føroyska samfelagnum.

 

Politikkur – viðgerðir og avgerðir – er tíðum drúgvur leikur, og nógv ymisk sjónarmið skulu samansjóast og kompromis finnast. Hetta var stundum møtimikið hjá Jákupi, ið sum vinnulívsmaður var vanur við færri orð og meira handling.

 

Jákup í Lopra hevði sum vinnulívsmaður stórt innlit í føroyska vinnu, og tað kom flokkinum til góðar í politiska arbeiðinum. Sambandsflokkurin hevði við hesum ein politikara við góðum innliti og forstáilsi fyri tí, ið vinnan hevði tørv á. Sum sosial-liberalur politikari vildi hann eisini eitt gott og rímiligt samfelag fyri allar borgarar, har ið ein sterk hond er undir veikum bólkum í samfelagnum.

 

Politisk og vinnulig fyrimynd

Sjálvt um Jákup Joensen ráddi sjálvur í vinnuligum samanhangi og á egnum fyritøkum, var hann altíð semjusøkjandi í Løgtinginum, hjálpsamur og konstruktivur til at loysa trupulleikar.

 

Fyri Sambandsflokkin hevði Jákup stóran týdning, og flokkurin virðir hansara týðandi leiklut.

 

Gott er við greiðum og erligum meiningum, eisini í politikki, og  eftirspurningur er altíð eftir slíkum persónum, ið natúrliga eru hollir samfelagsberarar.

 

Hann hevur sett síni týðuligu og sjónligu spor í samfelagnum og í heimliga umhvørvi sínum.

 

Fjørðurin rógvin

Undir løgtingsvalstríðnum í fjør vóru valevnir hjá Sambandsflokkinum um landið alt, og vit vitjaðu eisini sjúkrasongina hjá Jákupi á Sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Hóast viknaður sást framvegis virksemisglóðin í eygum hansara, og vit fingu eitt gott seinasta prát.

 

Seinastu tíðina búði Jákup á røktarheiminum Hamragarði í Vági, har ið tey vóru væl um hann.

 

Tómrúmið eftir Jákup verður eyðvitað stórt hjá tykkum, ið eftir sita, men tað er helst ein uggi í tankanum um, at hann livdi eitt fult og langt lív.

 

Sambandsflokkurin ber við hesum Jákupi í Lopra eina seinastu heilsan.

 

Hvíl í friði góði stríðsfelagi.

 

Tú var av sonnum Føroyum ein góður sonur.

 

Bárður Nielsen

Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur