Starvsnæmingur hjá Sambandsflokkinum

17. januar 2016



Sambandsflokkurin tók herfyri ímóti einum næmingi til starvsvenjing. Hon eitur Petra Ingebrigtsen og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla.

 

Petra kom í starvsvenjing hjá flokkinum mánadagin 11. januar og var til leygardagin 16. januar.

 

Endamálið við starvsvenjingini er m.a., at tey ungu fáa innlit og eina fatan av krøvunum og avbjóðingunum á arbeiðsmarknaðinum, so tíðliga sum gjørligt í lívinum. Eisini er endamálið at fáa høvið at royna seg við ymiskum arbeiðsuppgávum og fáa íblástur til, hvat ein møguliga kann útbúgva seg til og arbeiða við, tá ið ein gerst vaksin.

 

Petra hevur hesar dagarnar í starvsvenjing arbeitt á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki. Hon fekk eisini høvið at síggja løgtingssalin og annars hølini á løgtingsskrivstovuni. Fyri hana var hetta spennandi at síggja, tí hon bara hevur sæð tað í sjónvarpinum.

 

 

Petra Ingebrigtsen í løgtingssalinum

 

Starvsvenjingin byrjaði við at gjøgnumganga eina arbeiðsskrá fyri vikuna og tosa um forvæntningarnar um at fáa nakað ítøkiligt og læruríkt burturúr, hóast stutta tíðarskeiðið í starvsvenjing.

 

Petra fekk høvið at læra at orða tíðindarskriv og at gera framløgu. Hon fekk vitan um, hvussu samfelagið er bygt upp og hvussu politiska arbeiðið fer fram í Løgtinginum og í Sambandsflokkinum. Hon møtti tingfólkunum hjá Sambandsflokkinum og var við til eitt ungdómspolitiskt tiltak seinnapartin í gjár. Harafturat gjørdi hon ymiskt fyrifallandi arbeiði.

 

Petra hevur í arbeiðinum víst seg skilagóða og flokkurin er sera væl nøgdur við arbeiðslagið hjá henni. Sambandsflokkurin ynskir henni alt gott í framtíðini.

 

Starvsvenjingin er í tvær vikur og fer hon í komandi viku í starvsvenjing hjá Javnaðarflokkinum.

 

Felagsmynd, frá vinstru: Magni Laksáfoss, Petra Ingebrigtsen, Bárður S. Nielsen og Reidar Nónfjall


RN


Aftur