Ríkisfelagsskapurin besta leið fyri ung í Føroyum

22. januar 2016


Víðari sjónarringur, persónligt frælsi, bestu útbúgvingarmøguleikar, góð útbúgvingarfígging og stóri R-frádrátturin eru millum virðini í Ríkisfelagsskapinum til øll ung í Føroyum


Ríkisfelagsskapurin er sum skræddaraseymaður til føroyskan ungdóm.

 

Hetta er ein høvuðsniðurstøða av fundi, sum Ungmannafelagið Samband skipaði fyri leygardagin 16. januar 2016. Talan var um ungdómspolitiskt tiltak undir evninum “Ríkisfelagsskapurin”. Nevnd og limir í ungmannafelagnum luttóku saman við tingbólki Sambandsfloksins.

 

Politiskur skúli

Orðaskiftið hevði javnvág á tann hátt, at Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Helgi Abrahamsen, fyrrv. tingmaður fyri Sambandsflokkin, fingu høvið at leggja fram hugsanir og grundgevingar fyri og ímóti Ríkisfelagsskapinum. Síðani skiftu luttakararnir orð um tað, ið kom fram, og framløgufólkini fingu spurningar og viðmerkingar. 

 

Hetta gav gott íkast til tað, sum vit í Ungmannafelagnum Sambandi leggja dent á: at skúla limir og nevnd. Her lærdu luttakarar at argumentera á ymsan hátt, og tað endurspeglar, at politisku flokkarnir argumentera út frá heilt ymiskum sjónarmiðum og á ymsan hátt.

 

Mangan verður sagt, at argumentatiónin hjá Sambandsflokkinum oftast byggir á skynsemi/logikk; á fakmáli nevnt “logos”. Hetta í sjálvum sær er positivt, tí hetta slag av argumentatión er sakligt, undirbygd og álítandi. Sum ungmannafelag vilja vit harumframt styrkja argumentatiónina, so hon í størri mun talar til ung.

 

Besta leið fyri ung

Eftir eitt bólkaarbeiði varð staðfest og semja um, at Ríkisfelagsskapurin hevur nógv at bjóða ungum. Serliga umráðandi er, at vit sum menniskju fáa víðkað sjónarringin fyri at skapa menning í egnum landi. Persónliga frælsið hevur eisini stóran týdning, og tað vilja vit í felagnum varpa meiri ljós á sum eitt grundleggjandi virði.

 

At nema sær lærdóm uttanlands – ókeypis og á jøvnum føti – og kunna velja fleiri útbúgvingar, ið enn ikki eru til her heima, er ein dýrgripur og týðandi liður í persónligu menningini.

 

Tá ið ung lesa í Danmark og øðrum londum, verður stuðul veittur úr Danmark. Hann tryggjar, at føroyingar royna øðrvísi leiðir og harvið nema sær virðismiklan lærdóm at byggja víðari á. Eisini fáast bílig lestrarlán frá statinum umframt stóra R-frádráttin í skattinum (Ríkisfelagsskapsfrádrátturin), ið Sambandsflokkurin á Christiansborg útvegaði føroyskum og grønlendskum lesandi. Fíggjarligi parturin verður sostatt tryggjaður, og møguleikin at menna seg er støðugur.

 

Niðurstøðan av góða fundinum er soleiðis, at samstarv er lykilin og at tryggasta og besta leið hjá ungum í Føroyum frameftir er at varðveita og menna Ríkisfelagsskapin.

 

Næsta tiltak hjá Ungmannafelagnum Samband verður, leygardagin 19 mars 2016, kl. 15.00-18.00, í Tórshavn á Hvonn. Tað verður skipað á sama hátt sum tað undanfarnað. Evnið verður: Politisku grundhugsjónir Sambandsfloksins. Hetta er viðkomandi, nú nýggja leiðsla floksins leggur nýggja kós fyri flokkin.

 

Felagið bjóðar øllum verandi og nýggjum limum við.

 

Ein teknar seg sum lim við at skriva til: ungasamband@gmail.com

 

Ungmannafelagið Samband


RN


Aftur