
Almennur fundur um Sandoyartunnilin
25. januar 2016
Sandoyar Sambandsfelag skipar, mikukvøldið 27. januar, kl. 19.00, fyri kunnandi fundi um Sandoyartunnilin.
Fundurin verður í Samljóð í Skopun.
Á fundinum fer stjórin í felagnum Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, Teitur Samuelsen, at greiða nærri frá, hvussu áleiðis byggiverkætlanirnar um undirsjóvartunlarnar eru komnar, og hvør arbeiðs- og tíðarætlan er løgd fyri Sandoyartunnilin.
Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, verður eisini við á fundinum.
Øll eru vælkomin.
Sandoyar Sambandsfelag
RN
Aftur