Ársveitsla hjá Sambandsflokkinum

3. februar 2016



Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygdardagin 12. mars 2016, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin á Hotel Hafnia.

 

Matskrá verður við 3 rættum, ikki íroknað drykkivørur. 

 

 

Rasmus & Magnus undirhalda til veitsluna.

 

 

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Navn.

 

Freistin at tekna seg er 26. februar 2016.

 

Um fólk ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Hafnia, tlf. 313233, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spruningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur