Sambandsflokkurin tekur lógvatak saman við Vinstra-ráðharrum

16. februar 2016


Sambandsflokkurin er mótvekt til loysingarrákið, og nú verða tøk tikin fyri at styrkja Ríkisfelagsskapin og samstarvið við Vinstra


 

Við borðið í Forsætisráðnum. Á myndini, f.v.: Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, Magni Laksáfoss, næstformaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í Vinstra

 

- Eingin má taka feil av, at Ríkisfelagsskapurin er í vanda, nú 14. september-landsstýrið, við Javnaðarflokkinum á odda, ætlar at lirka føroyingar inn undir eina føroyska loysingargrundlóg. Dulda dagsskráin er at avtaka ríkisgrundlógina og ríkisborgararættindi føroyinga og sum frá líður sjálvan Ríkisfelagsskapin. Sambandsflokkurin er mótvekt til tann politikkin, og nú skulu tøk takast fyri at verja borg, sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

 

Formansskapur floksins hevur júst hitt framstandandi limir í Vinstra. Teirra millum er forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, aðrir ráðharrar og Søren Gade, tingbólkaformaður.

 

- Vit í Sambandsflokkinum notera okkum, at stjórnin er positiv í mun til Ríkisfelagsskapin, og at hon talar fyri einari felags ríkisgrundlóg fyri alt ríkið, og tað er positivt, sigur Bárður Nielsen.

 

Í samrøðum við Vinstra-ráðharrar er avrátt at taka ítøkilig samstarvsstig.

 

Samrøður flokkana millum hava umframt politiskt sikti eisini organisatoriskt endamál. Sambandsflokkurin styrkir seg innanhýsis í hesum døgum, og politikkurin verður eftirhugdur og nýskipaður.

 

- Tað er natúrligt at hyggja at, hvussu Vinstri - nútímans stjórnarflokkurin í Danmark -  skipar seg og arbeiðir innanhýsis. Fleiri góð hugskot eru fingin til vega í samrøðum við politikarar og floksskrivaran hjá Vinstra, sigur Magni Laksáfoss, næstformaður í Sambandsflokkinum.

 

Hann stendur, saman við floksskrivaranum, Reidari Nónfjall, á odda fyri breiðu innanhýsis broytingartilgongdini í flokkinum.

 

Grønt samstarv er týðandi partur av framtíðini. Á vitjan síni í Keypmannahavn hitti formansskapur Sambandsfloksins m.a. Lars Christian Lilleholt, orku-, veitingar-, og klimaráðharra. Føroyar og Danmark kunnu fáa nógv burturúr at samstarva um nýggjar orkuloysnir.

 

 

Á myndini eru, f.v.: Magni Laksáfoss, næstformaður, Lars Christian Lilleholt, ráðharri, Bárður Nielsen, floksformaður, og Thomas Danielsen, fólkatingsmaður fyri Vinstra og formaður í orku, veitingar-, og klimanevnd Fólkatingsins


RN


Aftur