
Sambandsflokkurin leggur fram vinnuligan vakstrarpakka
6. mars 2016
Innbjóðing til tíðindafund
Mánamorgunin 7. mars 2016, kl. 09.30 skipar Sambandsflokkurin fyri tíðindafundi á Gamla Apoteki.
Á tíðindafundinum, ið er opin fyri øllum fjølmiðlum, fer formaður floksins, Bárður S. Nielsen, at leggja fram innihaldið í einum vinnuligum vakstrarpakka fyri Føroyar.
Vinnuligi vakstrarpakkin er skipaður í tvey uppskot, sum skulu viðgerðast í Løgtinginum í næstum. Í pakkanum eru fleiri politisk átøk, sum Sambandsflokkurin ætlar skulu setast í verk, og sum kunnu vera við til at skapa nýggj og spennandi arbeiðspláss í Føroyum.
Blíðar heilsanir
Sambandsflokkurin
RN
Aftur