Rættartrygdin skúgva til viks - Wild West

10. mars 2016


Wild West-tilstandir, har fólk úr einum øðrum parti av landinum royna at leggja undir seg óbygt land, ella sum her, taka sær óbygt land í Tórshavnarøkinum


Tað er langt úti, at Løgtingið hevur gjørt eina serlóg í 2014, sum frátekur Tórshavnar Kommunu allan rætt til at vera við í planleggingini av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum í økinum, sum kommunan varðar av.

 

Tað, sum hendir í løtuni, minnir ikki sørt um Wild West-tilstandir, har fólk úr einum øðrum parti av landinum royna at leggja undir seg óbygt land, ella sum her, taka sær óbygt land í Tórshavnarøkinum.

 

Tað er nakað heilt galið í hesum málinum.

 

Tórshavnar Kommuna hevur ongantíð fingið serlógina til hoyringar, um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Býráðið hevur tí ikki havt neyðugu vitanina og kunnleikan til at gera sína ávirkan galdandi á innihaldið í hesari lógini.

 

Harumframt hevur Tórshavnar Kommuna ikki eingang fingið eina kunning og innlit í fyrsta byggistig hjá tunnilsfelagnum, t.e. nýliga at gera klárt til innkomuveg til tunnilsmunnan á Hvítanesi.

 

Tað má verða óhoyrt, at eitt alment partafelag soleiðis kann hóreiggja sær og ignorera vanligar siðvenjur og rættarpraksis - og at landsmyndugleikin spælir við.

 

Eisini er alt, sum bendir á, at tunnilsfelagið ikki hevur fingið samlaðu fíggingina av tunlunum uppá pláss – skjóta fyrst og spyrja aftaná. Við hesari metoduni verður roynt at leggja eitt stórt trýst á politiska myndugleikan, um nú alt ikki gongur sum ætlað við verkætlanini. Signalini eru greið: verkætlanin er byrjað og nú vendist ikki aftur, hetta uttan mun til hvønn prís, ið gjaldast skal.

 

Eg fari tí við hesum at mótmæla tí, sum fer fram í løtuni, og taki undir við borgarstjóranum og varaborgarstjóranum í Tórshavnar Býráð, sum halda, at henda verklagslóg ella serlóg eigur at verða broytt beinan vegin.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur