Vit tora at siga tað - tit mugu fremja tað!

15. mars 2016


Tíðin er komin, at tingmenn vísa okkum, at Sambandsflokkurin er ein breiður flokkur, ið rúmar øllum meiningum, tá talan er um etisk mál


Frá tí, at málið um hjúnabandslógina gjørdist aktuelt í Føroyum, hava vit í Ungmannafelagnum Samband boðað frá, at vit stuðla rættindunum hjá samkyndum at ganga inn í borgarligt hjúnalag.

 

Vit meta, at tað er ein menniskjarættur at hava møguleikan at ganga inn í hjúnalag, uttan mun til kynsligan samleika. Og vit halda eisini, at tað er at halda niðri einum minnilutabólki í okkara samfelagi, um henda broyting ikki verður framd.

 

Vit sum ungmannafelag eru óheft av móðurflokkinum, og hetta hevur við sær, at vit kunnu siga okkara meining í øllum málum, eisini tá móðurflokkurin er ósamdur.

 

Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at í etiskum málum eru tinglimirnir fríttstillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring og hugburði. Hetta virða vit fult út, men av tí sama halda vit, at í slíkum málum er rætt at síggja burtur frá øðrum politiskum ósemjum, samgongu/andstøðupolitikki og taktikki sum heild.

 

Samanborið við okkara móðurflokk eru vit øll í ungmannafelagnum samd í hesum máli - vit meta broytingina verða neyðuga. Ungmannafelagið Samband er tann yngri parturin av Sambandsflokkinum, og harvið eisini vit, ið skulu føra flokkin víðari.

 

Ofta verður sagt, at Sambandsflokkurin er ein flokkur fyri eldri fólk, men vit vilja vísa, at flokkurin er breiður, og eisini rúmar okkum ungu við meira fríum og liberalum hugburði.

 

Nú er tíðin komin, at tit tingmenn vísa okkum, at Sambandsflokkurin er ein breiður flokkur, ið rúmar øllum meiningum, tá talan er um etisk mál. 

 

Vit kunnu rópa upp so hart vit vilja, og argumentera fyri tí vit halda verða rætt, men í síðsta enda er tað tingfólkini, ið skulu taka avgerðina.

 

Tí heita vit á tingmanningina hjá Sambandsflokkinum og restina av Løgtinginum, um at seta politiskar ósemjur og mørk til síðis, og atkvøða eftir egnari sannføring í morgin - og atkvøða fyri broytingini í hjúnabandslógini.

 

Vegna nevndina í Ungmannafelagnum Samband

Anna Falkenberg, næstforkvinna


RN


Aftur