
Ungdómspolitiskt tiltak
16. mars 2016
Politisku grundhugsjónir Sambandsfloksins
Ungmannafelagið Samband skipar fyri einum ungdómspolitiskum tiltaki, leygardagin 19. mars 2016, kl. 15:00-18:00. Tiltakið verður í Tórshavn, á Hvonn.
Evnið: Politisku grundhugsjónir Sambandsfloksins, herundir framløgur, kjak o.a.
Tey luttakandi: Nevndin í US, Tingbólkur Sambandsfloksins og limir í US.
Endamálið við tiltakinum er m.a. at fáa tey ungu í størri mun at taka aktivt lut í kjakinum um politikk og samfelag. Harafturat er endmálið at gera tey til reiðar og betri før fyri at kunna stilla upp sum valevni og føra valstríð.
RN
Aftur