Ongin orsøk at leypa framav

16. mars 2016


Tað er ikki ein kommunal uppgáva at reka vinnuligt virksemi. Ein kommuna eigur at skapa vinnukarmar


Tað vísir seg, at nærmast alt, sum Tórshavnar Kommuna tekst við í løtuni, fær eina rættuliga umfatandi og áhaldandi almenna umrøðu. Tað eru 29 aðrar kommunur í Føroyum, men lítið verður umrøtt, hvørjar avgerðir har verða tiknar.

 

Eg skilji á ein hátt hesa umrøðu, serliga tí, at tað oftani koma í so nógvar útmeldingar frá býráðnum, sum ikki eru politiskt kjølfestar ella viðgjørdar í býráðnum, og alt hetta skal borgarin fyrihalda seg til.

 

Nú kommunuval nærkast er sjálvandi nógv, sum eigur at sáldast frá og fatast sum valflesk og lítið eftirfarandi. Vit mugu ikki tætt undir eitt komandi kommunuval binda eitt komandi býráð til stórar kostnaðarmiklar verkætlanir.

 

Tórshavnar Kommuna hevur fleiri avbjóðingar. Men bæði rakstur og íløgur eiga at raðfestast optimalt, við tí endmáli at varðveita og menna vælferðina í kommununi. Til tess krevst, at kommunan tekur í nýtslu eina langtíðar rakstrar- og íløguætlan, og brúkar hesa sum eitt leiðslu- og stýringaramboð til tær stóru verkætlanir, sum skulu samtykkjast og partvíst eru samtyktar.

 

Í løtuni verður arbeitt frá sak til sak og frá ár til ár, heldur enn at halda seg til eina heildarætlan.

 

Ein verkætlan, sum í seinastuni hevur verið umrødd, er Bacalao-bygningurin á Vestari Bryggju. Tað er trupult at meta um innihaldið júst í hesum uppskoti um verkætlan, men tað er alla æru vert, at Smyril Line nú vísir økinum so stóran vinnuligan áhuga.

 

Tað er ikki ein kommunal uppgáva at reka vinnuligt virksemi. Ein kommuna eigur at skapa vinnukarmar. Eg eri av tí áskoðan, at vit sum kommuna ikki eiga at verða partur av hesari vinnuligu verkætlan. Vinnan og tess aktørar eigur sjálv, at arbeiða víðari við hesari verkætlan, og innan teir karmar, sum eru at ráða yvir á kaiøkinum og í bygningunum.

 

Henda verkætlan á Vestri Bryggju skal virka eftir marknaðartreytum, t.v.s., at prísáseting og vinnukarmar mugu ikki virka kappingaravlagandi, ella minna um óbeinleiðis stuðul til at reka vinnuligt virksemi í kommununi.

 

Tað finnast uttan iva aðrar kreativar loysnir um, hvat havnaøkið og hesin bygningur á Vestari Bryggju, kann og eigur at brúkast til. Tað kunnu skapast nógv arbeiðspláss á Vestari Bryggju, og vit eiga at geva okkum tað tíð tað krevur, fyri at finna bestu loysnina fyri Tórshavnar Kommunu og vinnuna.

 

Vit eiga heldur ikki at avskriva møguleikan fyri vinnuligum virksemi við atliti til fiskivinnuna, og kaikanturin eigur at verða tøkur til slík endamál.

 

Vit eiga framhaldandi at skapa teir bestu karmarnar til vinnuna, sum er á Vestari Bryggju í dag, fyri at hon kann menna seg til framtíðar avbjóðingar.

 

Tað er hugaligt at síggja alt virksemi, sum er har í dag. Tað eru útvið eini 250 arbeiðspláss á Vestari Bryggju í dag, og tað kunnu saktans blíva fleiri.

 

Eisini kann nevnast, at ætlanirnar um at byggja ein langhyl halda fram og verða ikki broyttar. Tað sama er galdandi fyri havnaútbyggingina, sjálvt um tað eru kreftir, sum vilja niðurleggja 700 arbeiðspláss í havn, og harvið gera seg inn á kommunala sjálvræðið, nú vit vilja fyrireika okkara høvuðsstað til framtíðina.

 

Onnur átroðkandi mál eru á vælferðarøkinum. Lat okkum t.d. styrkja eldraøkið og byggja nøkur hart tiltrongd ellis- og røktarheimspláss. Vit hava fíggjarligu orkuna til tað - vit skulu bara raðfesta hesar íløgur nóg høgt og rætt.

 

Nú ræður um at brúka fíggjarligt vit og skil.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur