Tinglimir sleppa ikki at atkvøða eftir egnari sannføring

29. mars 2016



Stýrisskipanarlógin sigur í § 23, at løgtingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Tað blivu vit sum vóru partur av undanfarnu samgongu onkuntíð mint á, av táverandi tinglimum í andstøðu.

 

Tað kom nevniliga meira enn so fyri, at vit noyddust at atkvøða við samgonguni, hóast vit ikki vóru so sannførd um, at valið var tað rætta. 

 

Og soleiðis er hjá øllum sum eru partur av eini samgongu. Styrkin í samstarvinum liggur í, at øll standa saman, men tað merkir samtíðis, at øll noyðast at geva nakað, hóast stýrisskipanarlógin sigur, at tú ikki hevur skyldu at fylgja øðrum enn tíni egnu sannføring.

 

Eitt er hvat løgfrøðin sigur – annað er tann politiski veruleikin.

 

Broyting ímóti Stýrisskipanarlógini

Men nú er ein broyting at hóma, og tað løgna er, at tað eru júst tey sum plagdu at minna á orðini í Stýrisskipanarlógini, sum ganga á odda við hesi broytingini. Og broytingin er, at nú kunnu tinglimir koma í ta støðu, at tað heilt einfalt ikki ber til at atkvøða eftir síni egnu sannføring.

 

Eg hugsi her um ta nógv umrøddu hjúnabandslógina.

 

Tá uppskotið kom til 2. viðgerð tann 16. mars, skutu 5 tinglimir upp at gera eina broyting í uppskotinum. Skotið varð upp, at rætturin hjá tveimum av sama kyni at giftast skuldi ikki verða settur í gildi, fyrr enn §14 stk. 2 í lógini varð broytt. § 14, stk. 2 gevur annars borgarliga giftum rætt at fáa hjúnabandið signað í eini kirkju.

 

Ikki fyrr enn hesin rætturin var broyttur, soleiðis at hann bert var galdandi fyri konu og mann, vildu uppskotsstillararnir at lógin skuldi fáa gildi.

 

Ómøguligt at atkvøða eftir egnari sannføring

Men nú kemur tann stóri spurningurin: Um hjúnabandslógin hevði verið samtykt við hesi broytingini, hvussu skuldu tinglimir so atkvøtt, tá uppskotið um at broyta § 14, stk 2 kom til atkvøðugreiðslu?

 

Um ein tinglimur er ímóti at tvey av sama kyni skulu kunna giftast og ímóti at kirkjan signar samkynd hjúnaløg, so hevði heilt einfalt ikki borið til at atkvøtt eftir síni egnu sannføring.

 

Við at trýst á ja-knøttin hevði tinglimurin tikið undir við, at bert hjúnaløg millum konu og mann skuldu kunna fáa kirkjuliga signing, men ja-atkvøðan hevði samstundis sett lógina í gildi sum segði, at tvey av sama kyni skuldu kunna giftast borgarliga.

 

Við at trýsta á nei-knøttin hevði tinglimurin sagt nei til at sett lógina í gildi, sum gav tveimum av sama kyni loyvi at giftast, men samtíðis hevði hann atkvøtt ímóti at nokta teimum kirkjuliga signing.

 

Stýrisskipanarlógin sigur, at løgtingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Men í hesum førinum hevði ikki borið til at atkvøtt eftir síni egnu sannføring.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur