Dialysuviðgerð nærri heiminum hjá sjúklingum

31. mars 2016


Í Norðoyggjum eru í løtuni 7 nýrasjúklingar, sum fáa hemodialysu á Landssjúkra­húsinum. Hesir høvdu fingið ein munandi betri gerandisdag, um viðgerðin fekst á Klaksvíkar Sjúkrahúsi


Bjørn Kalsø, løgtingsmaður hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum spurning viðvíkjandi dilalýsuviðgerð nærri heiminum hjá nýrasjúklingum.

 

Sjúklingar, ið eru heftir at dialýsuviðgerð noyðast allir sum er á Landsjúkrahúsið í viðgerð tríggjar ferðir um vikuna. Hjá sjúklingum kring landið, sum hava langan veg í viðgerð, er hetta ein stórur bági.

 

Í okkara grannalondum verður stórur dentur lagdur á at bjóða dialysuviðgerð nærri brúkarunum. Hetta verður oftast gjørt við, at størri sjúkrahús við serlæknum í nýrasjúkum samstarva við smærri sjúkrahús um tænastuna.

 

Bjørn Kalsø heldur, at slíkar skipanir eisini áttu at verði settar í verk hjá okkum, har Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús samstarva. Hetta hevði bøtt munandi um tænastuna.

 

Í hesum sambandi er niðanfyristandandi fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni:

 

Fyrispurningur um dialyuviðgerð - settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði bøtt um likamligu- og sálarligu heilsu­støðuna hjá nýrasjúklingum, um lívsneyðuga afturvendandi hemodialysuviðgerðin fekst so nær heiminum hjá sjúklingunum, sum gjørligt?

2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um sonevndar satellitskipanir, sum verða nýttar í sambandi við hemodialysuviðgerð í okkara grannalondum, til tess at stytta um tíðarkrevjandi ferðing hjá nýrasjúklingum millum heim og viðgerðarstað?

3. Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið skilagott at skipa líknandi hemo­dialysuviðgerð eitt nú á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

4. Verður arbeitt við at skipa hemodialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

5. Um svarað verður játtandi í spurningi 4, nær kann so roknast við, at fyrstu sjúklingarnir kunnu fáa viðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

6. Verður arbeitt við at skipa hemodialysu aðrastaðni í landinum eitt nú í Suðuroy?

 

Viðmerkingar

Í fleiri av okkara grannalondum eru serfrøðingar á einum máli um, at nýrasjúklingar, ið eru heftir at hemodialysuviðgerð, eiga at sleppa undan at ferðast langan veg, til viðgerðarstaðið.

 

Tí hava eitt nú íslendingar og danir skipað sonevndar satellitskipanir við hemodialysu­viðgerð. Talan er um skipanir, har endamálið er at veita lívsneyðugu tænastuna so nær brúkaranum sum gjørligt.

 

Oftast er talan um eina tænastu á smærri sjúkrahúsum í útjaðaranum, har sjúkra­røktarfrøðingar, ið eru kønir í nýrasjúkum, veita viðgerðina undir eftirliti av serlækna, sum starvast á størri sjúkrahúsi, har sergrein í nýrasjúkum er.

 

Sum er, verður hemodialysuviðgerð bert veitt á Landssjúkrahúsinum her heima.

 

Viðgerðin sjálv er í lagi og starvsfólkini eru dugnalig. Men við tað, at viðgerðin einans er í Havn, hevur tað við sær, at sjúklingar, sum búgva aðrastaðni í landinum, og sum eru heftir at viðgerðini, noyðast at ferðast til Landssjúkrahúsið minst tríggjar ferðir um vikuna. Hetta er bæði orku- og tíðarkrevjandi fyri sjúklingarnar. Oftast fer ein heilur dagur til ferðing og viðgerð, hvørja ferð.

 

Sjúklingarnir eru ofta sera illa fyri eftir viðgerðina, orka rætt og slætt ikki at ferðast frá heimi til viðgerðarstað og aftur. Tað tekur eisini langa tíð at koma fyri seg eftir viðgerð og longu ferðina.

 

Í Norðoyggjum eru í løtuni 7 nýrasjúklingar, sum fáa hemodialysu á Landssjúkra­húsinum. Hesir høvdu fingið ein munandi betri gerandisdag, um viðgerðin fekst á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Um sjúkrahúsini samstarva um viðgerðina, lættir tað eisini um arbeiðið á hart sperda Landssjúkrahúsinum, tá um arbeiðsuppgávur ræður.

 

Útgerð er tøk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað ber væl til at  útbúgva starvsfólk og uppstiga tey til at taka sær av viðgerðini í samráð við lækna í nýrasjúkum.

 

Upplagt er, at serlækni á Landssjúkrahúsinum hevur eftirlit og ábyrgd av slíkari viðgerð á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Á Løgtingi,  30. mars 2016

 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 


RN


Aftur