
Eysturoyar- og Sandoyartunnilin – enn einaferð!
2. apríl 2016
Tað, sum nú ræður um, tað er at halda fast við semjuna og føra ætlanina út í lívið, nú
Enn einaferð eru røddir frammi um at steðga á við hesi stóru og neyðugu tunnilsætlan, sum fer at geva føroyska samfelagnum góðar og fjøltáttaðar møguleikar, sum ikki eru í dag.
Nei, vit eiga ikki at steðga á nú, men vit eiga at lata tunnilsfelagið arbeiða við fullari kraft - eftir einmæltari løgtingssamtykt, soleiðis, at tunlarnir verða lidnir til ásetta tíð.
Tað er hugaligt at síggja, at arbeiðið er byrjað bæði á Streymoyar- og Eysturoyarlandinum, og at dagamunur sæst við arbeiðinum – tað er sjón fyri søgn.
Nei, nú má ikki steðgast á, nú má ikki helmast í, fyrr enn málið er nátt og tað er koyrandi gjøgnum tunlarnar báðar.
Í politisku skipanini eru pengar settir av í 2016 og fyri tíðarskeiðið 2017-21 eru fyri játtanarkarmarnar eisini pengar markaðir til endamálið. Hetta er heilt í tráð við politisku semjuna, sum var millum allar teir politisku flokkarnar á tingi, tá avtala varð gjørd um tunilsverkætlanina.
Tað, sum nú ræður um, tað er at halda fast við semjuna og føra ætlanina út í lívið, nú.
Tað eiga vit at fara at megna!
Magnus Rasmussen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
RN
Aftur