Villeiða um yvirtøku av útlendingamálum

17. apríl 2016


Ætlaða yvirtøkan av útlendingamálum verður kostnaðarmikil og fer at trýsta umsiting og politikarar út í óynsktar gegnistrupulleikar – og yvirtøkan hevur als einki við sjálvsavgerðarrætt at gera


Føroyingar verða í hesum døgum villeiddir um ætlaðu yvirtøkuna av útlendingamálum.

 

Sanna myndin er, at í somu løtu, sum útlendingamál koma á føroyskar hendur, fara stórir trupulleikar at taka seg upp.

 

Politikarar eru bara menniskju, og sannlíkt er, at teir fara at lata seg misbrúka til at leggja trýst á tey, sum skulu umsita reglurnar. Orsøkin kann vera, at onkur í teirra nærumráði, veljaraskara, vinafjøld ella familju er ”komin í klemmu í systeminum”, sum tað plagar at verða tikið til.

 

Tí er ómetaliga týðandi, at politikarar halda fingrarnar langt burturi frá útlendingamálum. Vandin fyri gegnistrupulleikum í einum so lítlum samfelag sum okkara er alt ov stórur.

 

Málið liggur væl hjá ríkismyndugleikunum – so langt burtur frá føroyskum gegnistrupulleikum sum gjørligt.

 

Eingin tilbúgving til flóttafólk

Fjúrtanda September samgongan lumpar føroyingar við at tiga týðandi upplýsingar burtur.

 

Eitt er, at tað eru ikki bert útlendingamál, sum skulu yvirtakast. Nei, tey hava eisini í kvittanum at yvirtaka alt flóttafólkaøkið, sum tað er.

 

Hetta er ein ovurstór uppgáva, ið krevur ómetaliga nógva orku. Og hóast vit í Føroyum eru bæði røsk og dugnalig á øllum økjum, er eingin tilbúgving yvirhøvur til at taka yvir flóttafólkøkið.

 

Sjálvt í Danmark, sum hevur eina umfatandi tilbúgving til at taka ímóti flóttafólkum, eru stórir trupulleikar á flóttafólkaøkinum. Til dømis er tað ein stór avbjóðing og eisini langrøkið at geva flóttafólkum við víðfevndum sálarligum og ofta eisini likamligum skaðum rætta viðgerð.

 

Sera kostnaðarmikið

Hin parturin, sum verður tagdur burtur, er kostnaðurin.

 

Eingin reel kostnaðarætlan er løgd fyri almenningin ella Løgtingið, og tað er – fyri at siga tað milt – óseriøst.

 

Øll síggja, at tað fer at kosta milliónaupphæddir hvørt ár at skula umsita hesi stóru mál.

 

Rokningin fer at vaksa ár undan ári, og tú, sum lesur hesa grein, fært rokningina umvegis skattin.

 

Hetta er, sum tað plagar at vera, tá fullveldispolitikarar vilja yvirtaka. Tey leggja út við at billa øllum inn, at hetta fer at kosta lítið og lætt. Tá ið saman um kemur, verða stórar rokningar sendar skattaborgarum í Føroyum.

 

Máar undan føroyskari vælferð

Tað sigur seg sjálvt, at tá ið hópin av pengum á fíggjarlógini skulu brúkast til útlendingamál og flóttafólk, so er minni til onnur endamál.

 

Einki er at ivast í, at minni verður til vælferð í Føroyum, og sjálvt um retorikkurin sigur eitt, so sigur sunn fíggjarlig fornuft, at vælferðin verður við skerdan lut.

 

Eingin skilir, hví Javnaðarflokkurin letur seg draga eftir hárinum.

 

Umsitingarligt mál

Poul Michelsen pástendur, at útlendingamál eru týðandi fyri sjálvsavgerðarrættin.

 

Tað rætta er, at útlendingamál eru fyri nógv størsta partin ein umsitingarlig prosess, sum ongantíð fær nakað við sjálvsavgerðarrætt at gera.

 

Helst eru tað bert Poul Michelsen og misskiltir fólkatingslimir, sum ivast í, um vit føroyingar kunnu gera, sum vit vilja og júst tá, ið vit vilja.

 

Bert bringuprýði

Um vit vilja flóttafólkum tað væl, skulu vit lata tey sleppa undan at koma til eitt land, ið als onga flóttafólkatilbúgving hevur.

 

Fullveldispolitikarar vilja yvirtaka útlendingamál bert fyri at kunna spenna bringuna úr sær, reypa og erpa sær av, at nú er enn ein yvirtøka gjørd.

 

Yvirtøkur eru bringuprýði hjá misskiltum nationalistum.

 

Tað er fullkomiliga líka mikið fyri Fjúrtanda September samgonguna – og tíverri eisini Javnaðarflokkin – at yvirtøkur tyngja fíggjarlógina, kosta vælferð og krevja, at Palleba og Marsanna skulu niður í lumman eftir fleiri skattakrónum.

 

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur