Ríkisveitingin verður tiðnað aftur

20. apríl 2016


So skjótt, Sambandsflokkurin kemur aftur í landsins leiðslu, verður prístalsviðgerðin av Ríkisveitingini sett í verk aftur


Hetta er eitt lyfti, sum flokkurin gevur, eftir at Fjúrtanda September Samgongan í gjár skerdi tryggastu inntøku Føroya.

 

Hetta er aðru ferð, at fullveldispolitikarar í óðum verkum – og uttan nakra viðgerð í Løgtinginum – frásiga sær rættin til hesar inntøkur, ið fara beinleiðis inn á landsins fíggjarlóg.

 

Ríkisveitingin er ein rættur, ið Føroyar hava, og hon er ein náttúrlig umfordeiling í ríkinum. Harumframt er veitingin beinleiðis fígging til fólkapensjón og onnur sosial øki í Føroyum, t.d. heilsuverk og serforsorg.

 

Tað er hugstoytt, at Javnaðarflokkurin enn eina ferð er við til at gera seg inn á tað, ið føroyskir fólkapensjónistar og veikir bólkar í samfelagnum seta sítt álit á.

 

Fyrst skar samgongan undir javnaðarløgmanni beinleiðis í fólkapensjónini, og nú verður eisini skorið í fíggingini av fólkapensjónini. Uttan prístalsviðgerð minkar virðið, og tað er ein skerjing av veitingini.

 

Henda politikk tekur Sambandsflokkurin sum sosial-liberalur flokkur og ríkisfelagsskapsflokkur frástøðu frá, og Sambandsflokkurin vil rulla aftur hesar skeivu avgerðir, tá ið flokkurin aftur kemur í landsstýrið.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur