1. mai-dagshald - røða hjá Eyðbjartur S. Skaalum

3. mai 2016



Tórshavn 1. mai 2016

 

Tiltak: 1. Mai-dagshald í Havn hjá arbeiðarafeløgunum

 

Røðari: Eyðbjartur S. Skaalum

 

Røða

 

Góðu verkafólk og góðu føroyingar!

 

Lat meg byrja við at ynskja tykkum og okkum øllum eina góðan 1. mai!

 

Hetta er serligi dagurin hjá verkamanna­rørsluni.

 

Vit steðga á og skyna á, hvussu støðan er í rørsluni.

 

Trupulleikar og avbjóðingar verða vendir.

 

Í dag verður markerað, at stríðið fyri betri arbeiðssømdum og arbeiðsumstøðum er viðkomandi og týðandi – og tað heldur fram.

 

***

 

Tá Havnar Arbeiðarafelag beyð mær at siga nøkur orð her í dag, hugsaði eg, hvat ið eg sum ungur og lesandi kann bera fram ein slíkan dag. Hugsaði m.a., at arbeiðaradagurin eigur at hava áhuga hjá okkum ungu, og at vit gera okkum ómak við at seta okkum inn í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, har vit sjálvi einaferð koma virka.

 

Ein av mínum størstu fyrimyndum er verkamaður so tað forslær! Hann hevur arbeitt heilt frá ungdómsárum og er enn virkin, nú hann hann gongur ímóti teimum 75 árunum. Nógv góð ráð havi eg fingið frá honum, og altíð hevur hann verið til reiðar at hjálpa mær, tá á hevur staðið. Eisini eigur hann ein part av æruni í, at eg standi her í dag.

 

Eg ringdi suður, eftir at eg hevði fingið áheitanina, og spurdi hann, hvat hann helt, um eg átti at taka av møguleikanum ella ikki, og hann ivaðist ikki eina løtu - og so var avgerðin tikin.
 

Tað, at eg eri uppvaksin í hesum arbeiðaraumhvørvi ger, at eg havi hugsanir um áhugamál hjá verkafólkum - og so eri eg eisini við í ungdómspolitiskum virksemi.

 

***

 

Síðani seinasta 1. mai er ein nýggj og vinstravend stjórn komin til valdið, og hetta er eisini ein loysingarsamgonga.

 

Við einari vinstrasamgongu skuldi nakað gott verið í væntu fyri vanliga løntakaran, verkafólkið, miðal- og láglønt.

 

Og jú – nakað av tí fyrsta, sum samgongan setti í verk, var ein skattalætti til lág- og miðallønt frá 1. januar 2016. Kringvarpsgjaldið fór eisini niður.

 

Hetta var gott.

 

Men tað er hugstoytt at síggja, hvussu givið verður við aðrari hondini og tikið verður við hinari.

 

Skattalætta við vinstru hond.

 

Brúkaragjøld, avgjøld og nýggir skattir við høgru.

 

Er hetta rímiligt?

 

***

 

- Grundarupphæddin í fólkapensjónini er lækkað

- Gjald til Samhaldsfasta og Barnsburðargrunnin økjast

- Dýrari at koyra bil

- Heilsutrygd dýrkast

- Hægri umhvørvisavgjald

- Og so framvegis

 

Lítið er eftir av skattalættanum, sum var stóra trekkplástrið í valstríðnum.

 

Pensjónistar og láglønt standa fyri skotum og dekka undirskotið í landskassanum.

 

Við einari loysingarsamgongu er ikki boðað frá góðum, nú longu er fari undir at skerja inntøkur lands­kassans við at stegða prístalsreguleringini av ríkisveitingini, og víðari ætlar samgongan at skerja sjálva ríkisveitingina.

 

Hetta eru hart tiltrongdir peningar, sum skulu brúkast til at fíggja fólkapensjón og onnur sosial øki í Føroyum, t.d. heilsuverk og serforsorg.

 

Hesar skerjingar í ríkisveitingini fara beinleiðis at ávirka vælferðartænasturnar, og at raka og ávirka verkafólkið.

 

Er hetta politikkur við sosialum medviti?

 

***

 

Javnaðurin í samfelagnum hevur slagsíðu, tá einligar mammur við børnum eru í aftastu røð – og tá fólk á og undir fátækramarkinum ongan góðan eiga.

 

Men at játta til annan almennan rakstur og íløgur er onki problem – tað verður avgreitt uttan himpr og uttan stórvegis politiska viðgerð.

 

Hvar eru nú tey, sum skuldu verja veiku bólkarnar?

 

***

 

Fakfelagsrørslan stendur framman fyri stórum avbjóðingum. Feløgini missa limir. Arbeiðsloysið er ein veruleiki í summastaðni, og alt meira av almennum virksemi verður privatiserað og bjóðað út. 

Samstundis verður alt meira av privatum men eisini almennum virksemi talgilt, og tað ávirkar arbeiðsmarknaðin. Roknað verður við, at annaðhvørt arbeiðspláss í heiminum er talgilt innan 2025.

Ein spurningur er, hvussu vit taka ímóti avbjóðingini í framtíðarinnar samfelag, tá ið robottar – tólmennini – taka yvir arbeiðsuppgávur.

 

Tann framtíðin er nær.

 

Hvørja ávirkan fær hon á arbeiðsmarknaðin og leiklutin hjá fakfeløgunum?

 

Tá tíðin broytist, klára tey seg best, sum megna at umstilla seg. Og sum eg síggi tað, mugu fakfeløg standa saman og styrkja seg til heilt nýggjar avbjóðingar og leiklutir í komandi árum.

 

Umstilling er lyklaorðið fyri framtíðina.

 

***

 

Føroyski búskapurin er í vøkstri, virksemi er stórt og arbeiðsloysið lágt.

 

Men baksíðan á medaljuni er svørt.

 

Landskassin fær ikki endarnar at røkka saman og hevur havt hall í bestu tíðum - fleiri ár á rað.
 

Tað gongur strúkandi, men Føroyar taka lán til dagsins uppihald.

 

Landskassaskuldin er meira enn 6 mia.kr., men tað verður ikki avdrigið upp á skuldina.

 

Sjálvt í hesum góðu tíðum, hava verkafólk ikki ráð til flottar bústaðir, nýggjar bilar, summarhús og ferðir suður í lond.

 

Nei – ikki rokni eg við, at uppgangstíðir og lovaða ríkidømið koma út í hvørt heim í Føroyum.

 

Munnu landspolitikarar vita, hvat hendir úti í samfelagnum – og hvussu fólk veruliga hava tað?

 

Í einum samfelag við stórum náttururíkidømi er tað ikki nóg gott, at bólkar eru, sum ikki hava tað gott, sum noyðast av landinum ella ikki hava ráð til virðiligan bústað.

 

Botnurin er, at summi foreldur ikki hava ráð til at lata børnini fara til ymisk ítriv.

 

Tað er hjartaskerandi.

 

***

 

Hvagar fara pengarnir? Hvørji fáa ovurstóru virðini? Hvør fer við ogn Føroya fólks?

 

- Er tað vanligi løntakarin, sum fær meira í løn frá óvanligum vinningi?

 

- Hevur vanligi løntakarin fingið betri sosialar tænastur frá óvanligum vinningi?

 

Vit kenna øll svarið.

 

Virðini kunnu býtast øðrvísi, so øll eru við, og vælferðin styrkist.

 

Sjálvandi skulu fyritøkur hava góðar umstøður, men tær skulu eisini vera við til at gjalda sín rímiliga part av vælferðarsamfelagnum.

 

Mín áheitan á fakfeløgini er at standa saman og gera meira vart við seg, tá politiski myndugleikin leggur størri fíggjarligar byrðar á løntakarar og verkafólk.

 

Tað finnast bólkar, sum elska at hoyra fakfeløg vera ósamd, og at ósemjur ráða millum løntakarar. Tí er viktutt, at fakfeløg og limirnir minnast, hvørjum tey berjast fyri.

 

***

 

Sum øll onnur skulu verkafólk hava virðiliga løn, góðar og tryggar arbeiðsumstøður og atgongd til at menna seg.

 

Mørk mugu flytast og stór mál náast:

 

- Forðast skal fyri sosialari dumping, herundir tryggja, at galdandi sáttmálar, lóg og rættur á føroyska arbeiðsmarknaðinum er galdandi, eisini fyri útlendska arbeiðsmegi

 

- Førleikamenning á øllum arbeiðsøkjum

 

- Betri og bíligari bústaðir

 

Tað skal verða gott hjá øllum at liva, búgva, virka og TRÍVAST í Føroyum.

 

Tað er felags stavnhaldið, og tað stríðast vit fyri.

 

***

 

Havnar Arbeiðarafelag skal hava takk fyri møguleikan eg fekk at siga nøkur orð á arbeiðaradegnum.  

 

Hóast Søren Kierkegaard ikki var verkamaður, skal hann sum heimspekingur sleppa at enda hesa røðu.

 

Hann hevur sagt soleiðis:

 

“Tað er ótrúligt, hvat eitt menniskja kann halda út, bara tað merkir, at ein meining er við mótganginum ella líðingini.”

 

Í grundini eru hesi orðini ein áheitan.

 

HALDIÐ ÁFRAM VIÐ MEININGSFULLA STRÍÐNUM!

 

Takk fyri og góðan 1. mai!


RN


Aftur