Sambandspolitikkur skapar framvegis úrslit á Christiansborg

13. mai 2016


Týðandi frágreiðingin um markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum er úrslit av semjusøkjandi sambandspolitikki á Christiansborg


Hóast Sambandsflokkurin í løtuni ikki er umboðaður á Christiansborg, koma framvegis úrslit av sambandspolitikki.

 

Hetta sæst, nú ein long røð av markaforðingum í Ríkisfelagsskapinum júst eru almannakunngjørdar í einari frágreiðing frá Vinstra-ráðharranum, Karen Elleman.

 

Stórir og smáir trupulleikar

Markaforðingar eru tvørleikar, sum gera tað truplari enn neyðugt hjá ríkisborgarum (føroyingum, grønlendingum og dønum) at flyta seg frítt um mørkini hjá londunum í Ríkisfelagsskapinum.

 

Millum markaforðingarnar eru t.d. trupulleikar hjá føroyskum sjúklingum, ið fáa sjúkraviðgerð í Danmark. Teir kunnu missa journalupplýsingar, tí teir einki CPR-nummar hava í donsku skipanini.

 

Eisini eru lýstar avbjóðingar, sum fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar í Føroyum fáa, um teir vilja flyta til Danmarkar at búseta seg.

 

Smærri trupulleikar eru eisini við í frágreiðingini, men teir hava stóran týdning fyri tey, sum verða rakt.

 

Sambandsflokkurin eigur málið

Endamálið við frágreiðingini er, at Føroyar, Grønland og Danmark nú kunnu seta seg niður og á kvalifiseraðum grundarlagi loysa avbjóðingar og trupulleikar. So kann tað gerast lættari og fríari hjá einstaklingum og fyritøkum at fara um landamørk í felagsskapinum.

 

Hetta er eitt sera positivt átak, sum vil gagna øllum føroyingum, um landsstýrið nú velur at gera nakað við sakina, eftir at slóðin er ruddað.

 

Tað er týðandi at sláa fast, at frágreiðingin um markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum er úrslit av einum politiskum átaki, sum Sambandsflokkurin stóð á odda fyri á Fólkatingi í mai 2014.

 

Sambandsflokkurin kom við útspæli og orðing og tryggjaði eisini, at eitt samt Fólkating einmælt samtykti at finna, burturbeina og fyribyrgja markaforðingar.

 

Sjálvt um tað smakkaði táverandi sosialdemokratisku stjórnini illa at taka undir við einum uppskoti, sum hevði sín uppruna hjá einum andstøðulimi, samtykti Fólkatingið kortini 13. mai 2014 at burturbeina markaforðingar – og nú fyriliggur so úrslitið.

 

Sambandsflokkurin rekur hovligan og semjusøkjandi politikk í Ríkinum, og tað gevur stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar.

 

Í politikki eru tað jú úrslitini, sum telja.

 

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur