Landsdansistevna 2016 í Klaksvík

23. mai 2016



Góðu tit, sum her eru komin saman í Klaksvík í dag til landsdansistevnu. Tað er mær ein heiður, at luttaka og at siga nøkur orð, nú stevnan verður sett.

 

Landsdansistevna er 3. hvørt ár, og tað er Klaksvíkar Dansifelag, ið á øðrum sinni skipar fyri. So tey, ið mynda Klaksvíkar Dansifelag eiga stóra tøkk uppiborna, fyri at síggja til væl fyriskipaða stevnu.

 

Og sjálvt um várið hevur verið kalt, so ivist eg ikki í, at tit fáa eina fjálga og hugnaliga stevnu her norðuri.

 

Fyritreytirnar eru í hvussu er til staðar!

 

Her munnu vera nógvar av fragastu kvæðakempunum og dansarum úr øllum landinum - og tá skaffað verður eru tað góð fólk av Húsum, sum borðreiða, - so karmarnir kunnu sigast at verða av teimum bestu.

 

Tað vóru ikki altíð øll, sum hildu so nógv um dansin. - Men sum tey gomlu á Syðradali, plagdu at taka til í mínum uppvøkstri:

 

”Eingin syndar í meðan hann dansar”

 

– So tað er møguliga ikki so løgi, at Jógvan Fríriksson, bispur hevur valt júst hetta vikuskiftið at fara av landinum og til Íslands saman við øllum prestunum.

 

Armar orna, andlit rodna,

spennast sterka spengur

árar bogna, homlur togna,

skúmið dreiv um rengur

 

Soleiðis verður kvøðið, tá teir fýra Brestir, Beinir, Sigmundur og Tóri rógva undan Gøtutrónda, Havgrími og Svínoyarbjarna.

 

Tá stóð um lív, og nógv varð lagt fyri – so sleppast kundi undan Trónda og hansara monnum.

 

Men teir sluppu ikki snikkaleysir. Tí eftir harðan og manniligan bardaga fullu fleiri av monnum Trónda – og Brestir og Beinir fullu eisini til endans.

 

- Sigmundur og Tórur sluppu við lívinum.

 

Og uttan at fara í smálutir kunnu vit siga, at teir førdu fedranna arv víðari

 

Føroyski dansurin stavar frá miðøld, og var langt fram í tíðina ein nátúrligur partur av okkara frummentan, sum fall væl í lag við gamla bóndasamfelagið, har søgur, sagnir, kvæði, tættir og skjaldur vóru borðin fram á mannamunni í roykstovunum, í sambandi við arbeiðið har.

 

Grindadansur var eisini vanligur!

 

Dansað varð ikki í føstu. Men um høgtíðirnar varð dansað. Og tá vóru bygdirnar skipaðar í serligar høgtíðsbygdir.

 

Í Norðoyggjum var m.a. bygdin á Kirkju í Fugloy trettandabygd, Svínoy var jólabygd, Viðareiði nýggjársbygd, Múla kyndilsmessubygd, Árnafjørður trettandabygd, Haraldsund kyndilsmessubygd, Kunoy nýggjársbygd, Skarð trettandabygd og Blankskála var jólabygd.

 

Og í Haraldsundi hava tey tikið táttin við kyndilsmessudansi uppaftur.

 

Hvussu var í Klaksvík er ikki heilt greitt. Men eingin ivi er um, at her hevur eisini verið dansað serligar høgtíðsdagar. M.a. skrivar ein krambakallur í Handlinum úti í Klaksvíkini, at 2. februar í 1843 hava tey ungu í bygdini dansað í handlinum.

 

Men taka vit okkum eitt sindur longur fram í tíðina, so hava kvæðini og føroyski dansurin, eins og skúingarnir í Brestiskvæðinum, róð harðan róður!

 

Og eitt skifti bendi nógv á, at kvæðini og dansurin ikki fóru at bera boð í bý.

 

Vandarnir vóru nógvir:

 

Stóra umskiftið frá bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelagið, gjørdi at gerandisdagurin broyttist. Arbeiðið í roykstovuni minkaði burtur í einki. Menn fóru til skips, og ungu kvinnurnar savnaðust á størru plássunum har fiskaarbeiðið var.

 

Samfelagið gjørdist meira opið og aðrar mentanir uttan úr heimi við tónleiki, fremmandum dansi og øðrum tilfari til teitis vunnu fram.

 

– Samveruhættirnir broyttust, og føroyski dansurin var snøgt sagt ikki INN longur!

 

Men tíbetur hvurvu kvæðini og dansurin ikki. Og størsti parturin av kvæðunum, sum í øldir høvdu liva á mannamunni vóru niðurskrivað og harvið bjargað.

 

Men tað er lítið at ivast í, at ein partur av kvæðaskattinum er horvin. Vit vita millum annað, at einstaklingar, sum dugdu túsundtals ørindi, ið svaraðu til tíggjutals kvæði, tóku tey við sær í grøvina. Tí tey vóru tey einastu, sum dugdu hesi kvæði, og sum tíverri ongantíð vórðu borðin víðari ella niðurskrivað.

 

Men lat okkum ein dag sum hendan fegnast um - hóast alt stóra kvæðaskattin, sum er niðurskrivaður og varðveittur.

 

Vit kunnu eisini fegnast um, at tað framvegis í einstøkum førum legst til við nýggjum vísum, tættum og kvæðum.

 

Dansurin livur somuleiðis sítt fríska lív, og munnu dansistovurnar, ið vóru bygdar kring landið fyrst í 1900- talinum og seinni dansifeløgini, eiga stórsta heiðurin fyri, at so er.

 

Fleiri dansifeløg eru tíbetur framvegis virkin kring landið, umframt landsfelagið Slái Ring. Og í ár luttekur eisini Fótatraðk, sum er eitt av dansifeløgunum, ið hava heimstað í Danmark.

 

Klaksvíkar Dansifelag varð stovnað í 1954. Hóast tað ikki bara var sum at siga tað, at fara undir slíkt virksemið um tað mundið.

 

Øll hava vit hoyrt um læknastríðið í fimtiárunum. Tá hevði mangan verið so ófriðaligt, at sýðslumaðurin setti forboð fyri, at fólk kundu savnast í stórum tali.

 

Óli Dahl, ein av stovnarunum av Klaksvíkar Dansifelag hevur eisini felt í gerabók felagsins: ”at tað var við tógvið stríð og tingingar við sýðslumannin, at tað nú aftur bar til at dansa í Klaksvík”.

 

Dansifeløgini vóru stovnað við tí endamálið at varveita og fjálga um føroyska dansin. Men ivaleyst hevur eitt av endamálunum eisini verið at mótvirka øllum tí fremmanda og nýggja, ið floymdi inn yvir okkum við nýggju og broyttu tíðarrákunum.

 

Eitt nú nevndi Heini Mohr, sum nú er formaður í Dansifelagnum fyri mær, at Jákup Mourits Olsen, ein annar av stovnarum dansifelagsins - einaferð í vertskapi segði: ”at menn tóku seg saman her norðuri at stovna dansifelag, fyri at køva harmonikuna”.

 

Um tað mundið vóru nógvir norskir línubátar í Klaksvík og harmonikudansurin gekk listiliga um kvøldarnar. Hetta hevur ivaleyst órógvað ungu lokalu sjeikarnar, og hevur hetta møguliga virkað við til, at Dansifelagið varð stovnað.

 

Onkur løk tíðarskeið hava verið, síðan Klaksvíkar Dansifelaga varð stovnað. Men í 1988 stóð snotuligi Skálin liðugur. Og síðan hevur virksemið verið áhaldandi. Og felagið er eisini farið undir at skipa fyri barnadansi, fyri at styrkja og menna føroyska dansin millum børnini og ungdómin.

 

Tað sama ger seg eisini galdandi í øðrum dansifeløgum kring landið. Og tað er hugaligt at síggja fruktirnar av hesum sera týðandi arbeiði dansinum at frama. Tí við dansinum er ikki øðrvísi enn í øllum øðrum lutum í samfelagnum. - Tað ræður um at seta við - um nakar framburður skal vera.

 

Hetta hava tit í dansifeløgunum eisini dugað!  –  ikki minst tað, at Ung í Dansi, sum nakað nýtt - luttaka á landsdansistevnuni í ár, - ber boð um at so er.

 

Vert er eisini at nevna, at landsfelagið Slái Ring, tey fýra árini eg var landsstýrismaður, hevði eitt fyrimyndarligt samstarv við politska myndugleikan. Góða samstarvið hevði við sær, at Slái Ring, sum nakað heilt nýtt, fekk sjónliga konto: nevnd føroyskur dansur á Fíggjarlógina. Játtanin varð somuleiðis hækka í 400.000 kr. árliga.

 

Stórur partur av tí stuðli, sum landið letur fer til at menna barnadansin. Og her er talan um væl givnan pening, sum tíbetur sæst aftur í samfelagnum. Eg nevndi ung í dansi, og fyri fáum vikum síðan var stór barnadansistevna fyriskipað suðuri Vági.

 

Ásetingin í fólkaskúlalógini, sum áleggur kvæðamentan, kvøðing og føroyskan dans, sum kravt undirvísingarevni, er eisini við til at menna tilvitanina um kvæðini og dansin millum ung.

 

Nógv hevur verið kjakast um, hvørt føroyski dansurin og kvæðaløgini kunnu ávirkast neiliga, við at verða drigin inn í nútímans tónleikaframførðslur.

 

Øll kennast ivaleyst við kvæðaløgini, sum Harkaliðið, og seinni kendi tónleikabólkurin Týr hava sungið og spælt í nýggjum tónleikahami.

 

Sjálvur haldi eg ikki at hetta hevur skalað dansin. Heldur hevur tað verið við til, at gera kvæðini betur kend fyri einum størri skarða av fólki.

 

Hinvegin er lítið at ivast í, at føroyskur dansur og kvøðing hava havt sera stóra jaliga ávirkan á nútíðar tónleika- og mentanarlívið.

 

Eitt nú er ein av okkara fremstu songkvinnum Eivør Pálsdóttir í ætt við tiltiknu kvæðakempuna Trónda av Trøð úr Skálavík.

 

Ein onnur tikin úr leikum kvæðakempa úr Skálavík nevnd: Búamarin er stammóðir til m.a.: Sigrid Rasmussen, Lenu Andersen, Mariu Guttesen, og Ingibjørg Hansen úr Mikladali.

 

Og okkara egni truppadur, - Hanus G. Johansen, er nær skyldur við tvær tiltiknar kvæðakempur úr Anunum – nevndar bónda Jóannes og bónda Jákup.

 

Tað sigst, at tað var, sum í andakt, tá teir komu í dansistovuna í Klaksvík at kvøða.

 

Lítið er at ivast í, at allir hesir framúr sangarar og tónleikarar, onkusvegna hava fingið Gudgivnu evnini at singja og spæla í arv frá nevndu og tiltiknu kvæðakempunum.

 

Hvussu verður í framtíðini vita vit ikki - Men hvør veit - um ikki onkur eftirkomari hjá Syderbøfamiljuni á Húsum endar á altjóða tónleikatindunum einaferð í framtíðini?

 

Livst so spyrst!

 

Í sagnum, ævintýrum og kvæðum verður mangan tikið ógvusliga til orðanna. Og endaørðindini í Kópakvæðinum eru einki undantak í so máta.

 

Í einum teirra verður tikið soleiðis til:

 

So mikið skal falla

og so mikið skað doy`,

at teir í fevning taka

alla Kalsingsoy.

 

Her verður biðið ilt yvir bygdina, eftir at bóndin á Sunnanágarði hevur sligið kóp saman við mikladalsmonnum. Og tá teir høvdu gjørt seg inn á brimilin og nósarnar hjá kópakonuni.

 

Men út frá einum nútíðar sjónarhorni, er rættari at tulka ringin um Kalsoynna í jaligari merking, - sum eina áheitan á okkum øll, um at taka saman hendur og standa saman. Eisini um dansin!

 

Í gomlum døgum livdi dansurin á mannamunni. Seinni eru kvæðini sum nevnt skrivað niður. Haruframt hevur Marianne Clausen skrivað kvæðaløgini í bók. Bandaðar upptøkur eru av kvøðing og dansi úr øllum landinum, fløður eru givnar út og seinnu árini eru eisini sjónbandaupptøkur gjørdar og lagdar á alnótina.

 

Vit kunnu tí vera vís í, at kvæðini og føroyski dansurin eru varðveitt umvegis áðurnevndu miðlar.

 

Kvæðini og dansurin hava havt stóran týdning fyri føroyska málið, tjóðskap og tjóðarbygging.

 

Og í einum av sjónvarpssendingunum ”O, Móðurmál” hjá Kringvarpinum um málsøguna, - var Christian Matras endurgivin fyri at lýsa hin livandi føroyska dansin, sum eina tríeind millum trin, tóna og kvæði”. – Við hesi beinraknu lýsing, fær dansurin nærmast Gudgivnan ella heilagan dám.

 

Og tað er júst hendan partin, stórsti denturin eigur at verða lagdur á - týdningin av. - Soleiðis, at vit eru tilvitað um at varðveita og menna tann livandi føroyska dansin, sum natúrligt mentanarátak millum føringar við øll hóskandi høvi.

 

Tí her er talan um frumborna og óítøkiliga mentanararvin, sum ikki kann festast á bløð, - ei heldur gevast út á nøkrum nútíðar miðli.

 

Serliga dansilagið hjá sumbingum, dalbingum ella nólsingum kann bara upplivast live um øll tey smáu frábrygdini skulu fáast við!

 

Júst hendan partin hava vit skyldu til at fjálga um og varðveita, bæði fyri okkara egnu skyld, og tí at vit eru bundin av ásetingunum í UNESCO – sáttmálanum hjá ST, um hin immateriella ella óítøkiliga mentanararvin!

 

Eg nevndi dansifeløgini og tykkum sum her eru komin saman sum týdningarmesta liðin í hesum varðveitingar- og menningararbeiði – eg nevndi eisini politiska myndugleikan og fólkaskúlan sum týðandi samstarvspartar.

 

Vónandi fara øll hesi, saman við øðrum viðkomandi áhugabólkum, framhaldandi at taka saman hendur og miðvíst samstarva - føroyska dansinum at frama – soleiðis at tríeinigheitin millum trinini, tónan og kvæðini ongantíð hvørvur, sum livandi nátúrligt tiltak millum okkum føringar, - sum eru tey einastu í øllum heiminum, sum enn á døgum treða føroyska dansin.

 

Við hesum orðum er landsdansistevnan í 2016 sett! Góða stevnu øll somul!

 

Takk fyri!

 

Í Vágstúni hin 21. mai 2016.

 

Bjørn Kalsø

Løgtingsmaður


RN


Aftur