Arbeiðið við stjórnarskipanarlógini má byrja í røttum enda

23. mai 2016



Løgmaður kallaði í farnu viku formenninar fyri allar politisku flokkarnar á fund, tí ætlanin er at seta ferð aftur á arbeiðið at gera eina stjórnarskipanarlóg. Fyrstu útmeldingarnar frá fundinum benda tó á, at lítil vilji er at finna semju.

 

Sjálvur var eg við í stjórnarskipanararbeiðinum, sum í 2011 mundi enda við eini breiðari semju, og eg trúgvi framvegis at møguleikin at finna breiðu semjuna burdi verið góður. Men tá tað er sagt, so skilji eg væl teir floksformenninar, sum ikki tíma at brúka alt ov nógva tíð og orku til hatta málið, tí har er ein grundleggjandi trupulleiki, sum løgmaður fyrst má fáa beindan av vegnum.

 

Trupulleikin er fastlæsta støðan hjá Tjóðveldi.

 

Betong frá 1948

Tjóðveldi er ikki sum aðrir flokkar. Meðan hinir flokkarnir hava eina stevnuskrá, so hevur Tjóðveldi tvær skráir, ið flokkurin arbeiðir eftir. Onnur eitur ”Stevnan” og hin eitur ”Stevnumiðini”.

 

Stevnan er tað yvirskipaða málið hjá flokkinum. Hon er tíðarleis, og har er ikki so mikið sum eitt komma broytt síðani flokkurin varð stovnaður í mai 1948. Sjálvt navnið á flokkinum stendur enn at vera Tjóðveldisflokkurin, hóast flokkurin seinastu nógvu árini hevur itið Tjóðveldi. Einki má broytast í hesum heilaga riti. Sjálvt ikki ein feilur má rættast.

 

Og í hesi stevnuni stendur, at ”einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.”

 

Bara ein møguleiki fyri semju

Orðini í ”Stevnuni” kundi Tjóðveldi í 2011 ikki sameina við millum annað fororðini í uppskotinum til semju um Stjórnarskipanarlógina. Í fororðunum stóð nevniliga soleiðis: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum.”

 

Fyri mær er eingin ivi um, at hetta er einasti møguleiki at fáa breiða semju. Vit mugu virða tann veruleikan, sum vit liva í, men samtíðis mugu vit eisini virða, at hesin veruleikin kann broytast.

 

Men Tjóðveldi noktaði at góðtaka, at ríkisgrundlógin er galdandi fyri Føroyar, og tí kundi flokkurin ikki vera við í eini slíkari semju. Og støðan hjá Tjóðveldi er ikki broytt síðani 2011. Flokkurin byggir framvegis á ta heilagu, óbroytiligu skriftina frá 1948 og fer ikki at taka undir við eini semju, sum tekur útgangsstøði í verandi støðu. Flokkurin viðurkennur als ikki verandi støðu.

 

Fólkaræði við einum valmøguleika

Tað eru eisini aðrir flokkar sum eru ímóti at danska grundlógin skal galda fyri Føroyar, men teir viðurkenna hóast alt, at grundlógin er ein veruleiki.

 

Mín støða í Stjórnarskipanarnevndini var púra greið: Um tað ikki kann standa í lógini, at vit eru partur av danska ríkinum, so kann tað heldur ikki standa, at vit kunnu loysa úr ríkinum. Fyrsta treyt fyri at kunna loysa er, at vit hava nakað at loysa frá. Men har droymir Tjóðveldi um eina stjórnarskipan, sum ikki viðurkennur verandi ríkisrættarligu støðu, men kortini skulu vit kunna loysa frá hesi støðuni, sum sambært teimum ikki er til. Føroya fólk skal á fólkaatkvøðu kunna velja millum loysing og loysing.

 

Løgmaður má byrja við Tjóðveldi

Løgmaður følir seg sjálvsagt noyddan at fylgja samgonguskjalinum, og tí vil hann hava arbeiðið við Stjórnarskipanarlógini í gongd beinan vegin. Men hann noyðist at byrja við at spyrja Tjóðveldi, hvat tey kunnu ganga við til, tí tað gevur onga meinina at lata fólk sita í langa tíð og gera eitt seriøst arbeiði, um tað (enn einaferð) skal enda við, at allir flokkar mugu boyggja seg fyri ”Stevnuni frá 1948”.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur