EFTA er ein deyð sild

1. juni 2016


Samgongan lumpar føroyingar: Føroyar fáa einki burtur úr EFTA-limaskapi, tí EFTA-samstarvið fevnir als ikki um fisk, ið framvegis er mest týðandi útflutningur Føroya


Fullveldispolitikarar pikka aftur á dyrnar hjá EFTA, men longu frammanundan er greitt, at hetta fer ikki at gera Føroyar ríkari.

 

EFTA er nevniliga ein deyð sild. Samstarvið í felagsskapinum fevnir als ikki um fisk, ið framvegis er Føroya mest týðandi útflutningur. Har er einki at fara eftir.

 

Upp í saman trútta fjølmiðlar, at EFTA-limaskapur gevur somu atgongd til innara marknaðin í ES, sum ES-limalond hava.

 

Hetta er skeivt.

 

EFTA-limaskapur byggir á sonevndu EBS-avtaluna, og hon gevur IKKI frían handil við ES.

 

Um Føroyar vóru EFTA-limur, so hevði einki verið broytt, og føroyskar fyritøkur skuldu – akkurát sum nú – goldið toll fyri at útflyta fiskavørur á ES-marknaðin.

 

Júst tað sama er galdandi fyri EFTA-londini Ísland og Noreg.

 

Sostatt er EFTA-manøvran hjá samgonguni signalpolitikkur og í besta føri heit luft.

 

Hvat vil Sambandsflokkurin?

 

Vit vilja gera Føroyar ríkari við at útvega føroyskum fyritøkum fríhandil við ES. Tá fara Føroyar at útflyta matvørur heldur enn rávøru, og tá kann útflutningsvirðið, sum í dag er uml. 6 milliardir krónur, í øllum førum tvífaldast.

 

Løgtingið hevur longu – einmælt – samtykt uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið skal fara í samráðingar við ES um fría atgongd til ES-marknaðin. Tá kann inntjeningin til Føroya økjast, nýggj arbeiðspláss skapast og vælferðin tryggjast.

 

Landsstýrið eigur at halda seg til tað, sum Løgtingið hevur avgjørt.

 

Føroyar skulu ikki bindast upp í ein felagsskap, sum einki gevur.

 

Tað hevði klætt 14. september-samgonguni at sagt satt og fylgt Løgtingsins vilja, og tað hevði sømt seg fyri fjølmiðlar at borið føroyingum røtt tíðindi.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður Sambandsfloksins


RN


Aftur